Jóan Pauli Joensen, formaður
Í Sosialinum 28.12.06 undrast løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal yvir, at ongin ella ov fá hava svarað Rúna Rasmussen upp á tað, sum Rúni alment hevur sagt um politikk og átrúnað. Sipað verður til eina samrøðu við Heina í Skorini í Vikuskiftisblaðnum Sosialinum 17-19. november 2006.
Rúni úttalaði seg í hesum sambandi um ein yvirskipaðan virðisfilosofiskan spurning og setti spurnartekin við, um tað er rætt at sensurera meiningar hjá fólki alt eftir, um tær grunda seg á átrúna ella eru meira verðsligar meiningar – spurningurin um at halda átrúnaðarlig argument burtur úr politikki ella ikki. Slíkir virðisspurningar verða vanliga ikki viðgjørdir í eini stjórnarskipan. Tað verður sera torført fyri ikki at sig ógjørligt at regulera tað við lóg, sum liggur aftan fyri politisku meiningarnar hjá borgarunum í landinum.
Til tað, sum stóð í Dimmalætting 27.12.06, er at siga, at Finnur Helmsdal misskilur allan samanhangin, sum samrøðan inngongur í. Rúni varð uppringdur av einum tíðindamanni, sum var áhugaður í fólkaatkvøðuamboðnum í mun til ætlanina hjá Jenisi av Rana v.fl. at leggja sokallaðu glíðibreytina í virðisspurningum til fólkaatkvøðu. Rúni segði har, at hesir virðisspurningarnir hjá Jenisi av Rana v.fl. ikki vóru nóg ítøkiligir til at leggjast út til fólkaatkvøðu, Tað var í tí sambandi, at Rúni sum dømi vísti á, at spurningurin um § 266b hevði egnað seg betur at farið til fólkaatkvøðu, tí her var eitt ítøkiligt lógaruppskot. Eg dugi ikki at síggja, at Rúni Rasmussen í hasari samrøðunu sigur nakað um, um tað hevði verið gott ella rætt at senda § 266b til fólkaatkvøðu ella ikki. § 266b varð einans nýtt sum eitt reint tekniskt dømi í mun til eitt evni, sum tíðindamaðurin sjálvur borðreiddi við.
Við at átaka sær arbeiðið sum skrivari í Stjórnarskipanarnevndini hevur Rúni Rasmussen ikki avskrivað sær nakran demokratiskan rætt til sum borgari at gera brúk av sínum talifrælsi. Í sínum arbeiði sum skrivari hevur Rúni Rasmussen bara víst seg sum ein avbera loyalan, gløggan og arbeiðssaman medarbeiðara, og tað harmar meg tí almikið, at limir í nevndini sáa iva um, hvørt tað er rætt, at hann hevur havt hetta starv.










