Viðmerking til Edmund J.

Robert Mc.Birnie
rombi@post.olivant.fo
------
Tað er ótrúligt hvat Edmund Joensen kann finna uppá at skriva og úttala seg um.
- So vítt eg veit í øll hesi mongu ár eg havi fylgt við í politikki , so hava tjóðveldisfólk- og fyri tann skuld sjálvstýrissinnaði fólk sum heild - ført fram hvussu stór ein inntøka Føroyar eru fyri Danmark.
- Tað er ikki bert tað , at Danmark veksur í vavi við Bæði Føroyum og Grønlandi . Nei , vit eru so nógv tað størsta " supermarked" í Danska ríkinum. Vit keypa næstan alt gjøgnum Danmark. Líka frá knappanálum til bilar og gravimaskinur. - Og so flyta vit eisini ein stóran part av tí vit selja gjøgnum Danmark.
Og nú eg eri við tað! - tað verður ofta skotið sjálvstýrisfólki í skógvarnar - ikki minst júst í hesum døgum , at ungdómurin sum ferð til Danmarkar at lesa eru vælsignaði við donskum studningi. Men eg síggi ongastaðni nakað um , hvat hesin studningurin verður brúktur til.
- Eg havi ´børn sum hava lisið í Danmark. Næstan allur studningurin fór fyri húsaleigu (altso til tað danska samfelagið) - harafturat komu tey heim hvørt summar at arbeiða fyri løn, sum tey sjalvandi skuldi brúka til lívsins uppihald og annað í danska samfelagnum. Fyri ikki at tala um allar teir pengar foreldrini munnu senda til tey kæru børn.
- Altso ein stór inntøka til tann danska statin. Og tað havi eg sum so onki ímóti , men gott hevði verið at kunna valt sjálvi hvar vit fara og hvar vit keypa , tí Danmark er hóðast alt eitt tað dýrasta land í verðini.