Viðmerking til bræv frá Høgna á Heiði til undirritaða

Hans Jacob Joensen
biskupur

Góði Høgni á Heiði
Rætt er tað, at tú hevur sett mær somu spurningar áður. Eg gjørdi tá av ikki at svara tær aftur, tí eg helt tað vera nyttuleyst at fara at skifta orð við teg í bløðunum um ávís skriftstøð í Halgubók. Hinvegin stóð tað tær í boðið eins væl og øllum øðrum at venda tær beinleiðis til mín, so vit kundu skift orð - ikki um ávís skriftstøð sum so, men um sjálva gudsfatanina í Halgubók. Hvat hesum viðvíkur, havi eg ikki broytt hugsan.
Men tað er tó mín vón, at tú við áhaldandi lestri av Halgubók fert at finna fram til ta gudsfatan, sum milliónir av kristnum menniskjum funnu fram til við at hoyra gudsorðið og lesa halgu bókina. Hvør veit, um ikki tú við hjálp júst frá hesum Gudi, sum tú nú stríðist við og hatar meir enn sjálvt ringastu bølmenni, ein dag kemur so langt, at eisini tú á gravstein tín kanst seta somu innskrift, sum Søren Kierkegaard setti á sín - hann hevði eisini lisið somu skriftstøð sum tú:

Det er en liden tid,
så har jeg vunden,
så er den ganske strid
med eet forsvunden,
så kan jeg hvile mig
i rosensale
og uafladelig
min Jesum tale.