Ella Nolsøe Petersen
Vágur
????
Segði seg hava mist málið, hevði rópt so nógv til tann spennandi dystin tórsdagin 27.1., Stjørnan-VB. Men ikki megnaðu teir allir klaksvíkingar, fleiri hundrað, at køva ogum 50-60 vágbingar, teir vóru noyddir at brúka mikrofon til at ýla í, Stjørnan, Stjørnan.
Og ikki vóru ogur sum sligin á nevið, tá Stjørnan kom framum, nei, ogur stuðlaðu ogra liði til tað síðsta bríksl, sum ogur altíð gera.
Tá vóru tað heldur nakrir klaksvíkingar, sum nakrar dagar framman undan vóru slignir á nevið, tá VB sorlaði Stjørnuna.
Men tað fúlasta var at hoyra býargartnaran í Klaksvík í Útvarpi Føroya gera gjøldur burtur úr arbeiðsloysinum í Vági.
Vóni tú hevur ringan smakk í munninum.
Heilsan
Ein ikki arbeiðsleysur
VB-stuðul, ið var við