Viðmerking til Absalon Absalonsen

Fyrr var hildið, at tað at vera samkyntur, var bæði synd og skomm, skrivar tú.
Tí hevur tú rætt í.

MEN nú á døgum eru nógv tíbetur blivin klókari. (men nokk ikki øll!!!!!!!!)
Tú dregur parallellir, har ongir parallellir eru:
Mordari og tjóvur setur tú parallelt við samkynt!!!?
Hvat í verðini SKAÐAR TAÐ TEG, at onkur er samkyndur?
IKKI TAÐ SUM EITUR!
Ein pædofilur skaðar síni offur.
Ein mordari kann myrða teg.
Ein tjóvur kann stjala frá tær.
Ein samkyntur er góður við eitt annað menniskja, sum EISINI er samkynt.
Tað kann aldri vera synd.
Um hetta var einasta "synd" her í verðini, so var væl vorðið.