Vit átala harðliga, at núverandi og fyrrverandi nevndarlimir í FFT alment verða lagdir undir at hava misnýtt sínar nevndarsessir til egnan fyrimun.
FFT hevur aðalfund einaferð um árið. Tað er har, ið limir FFT kunnu gera sína ávirkan galdandi.
Bíðað hevur verið eftir nýggju føroysku upphavsrættslógini tey seinastu 10-15 árini. Fyrr enn hon er samtykt, kemur ikki upp á tal at tosa um annan leist enn tann, vit nýta í løtuni t.v.s. at KODA umsitir okkara upphavsrætt.
Tó talar alt fyri, at vit eisini framhaldandi fara at velja at verða knýtt at einum størri felagsskapi.
Tað krevur nevniliga somikið stóra umsiting at taka sær av upphavsrættindunum hjá tónaskøldunum, at til dømis íslendski felagsskapurin STEF hevur gjørt avtalu við svenska STIM, og SACEM í Luxembourg hevur gjørt avtalu við franska SDRM um at umsita teirra rættindi.
Viðvíkjandi uppáhaldinum um, at ávíst slag av tónleiki fær bróðurpartin av tí, sum FFT hevur at arbeiða við, skal her upplýsast, at í 2008 vóru pengarnir býttir soleiðis: 1/5 fór til fløgustuðul, harav nógv tann stórsti parturin til populertónleikin. 2/5 fóru til konsertir innan so gott sum øll sløg av tónleiki. 1/5 fór til konsertferðir og 1/5 partiturkomponistar.
Tað er ikki fyrr enn føroyingar spæla 100% føroyskan tónleik og 0% útlendskan tónleik, at vit kunnu tosa um, at vit skulu hava tað sama aftur til Føroyar, sum vit gjalda til KODA.
KODA umsitir jú eisini rættindini hjá Paul McCartney, Sting og Beonce í Føroyum. Hesi mætu listafólk vilja helst fegin hava sín part av tí, sum tey hava rætt til, tá teirra tónleikur verður framførdur í Føroyum. Á sama hátt er væntandi, at Teitur, Eivør og Týr vilja hava sín part av tí, tey hava rætt til, tá teirra tónleikur verður spældur í miðlunum í øðrum londum.
Í løtuni eru yvir 400 skrásettir KODA limir búsitandi í Føroyum. Teir hava skrivliga góðtikið, at KODA umsitir teirra upphavsrættindi. Hóast KODA umsitingin er stór eftir føroyskum málistokki, er hon, um ikki tann minsta, so í millum tær minstu í heiminum fyri ein felagsskap av hesum slag. Tað vil siga, at ein lutfalsliga sera lítil partur av peninginum sum KODA skal fordeila til tónaskøldini fer til umsiting.
Um føroysku miðlarnir virða tað arbeiði, ið okkara tónaskøld og sangrithøvundar gera, eiga teir uttan mun til um talan er um rock, pop, fólkatónleik, R&B, jazz, gospel, partiturtónleik e.a., at yvirhalda avtaluna, teir hava ella eiga at hava við KODA. Um so er at teir ikki eru nøgdir við treytirnar, so er at samráðast við KODA fyri at finna eina loysn sum báðir partar kunnu liva við.