Av tí at talan er um eina politiska avgerð, er hetta ein skeiv og misvísandi útsøgn, og kann hon tí ikki fara aftur við borðinum ósvarað. Tað er ikki okkum fyri at takka, at eingin nýggjur skúli er bygdur, og at arbeiðsumstøðurnar eru ótíðarhóskandi.
Á heysti 2004 tóku lærararnir í Hoydølum støðu til verkætlanina um skúladepil í Marknagili. Henda verkætlan snúði seg ikki bert um bygningar, men eisini um umfatandi og heldur illa útgreinaðar broytingar av allari miðnámsskúlaskipanini. Stórur partur av hesum bygnaðarbroytingum er seinni sleptur. Annars átti at verið óneyðugt at víst á, at studentaskúlalærararnir eins væl og studentaskúlanæmingarnir ynskja góð og tíðarhóskandi høli at undirvísa í og tí vóna, at politiska skipanin skjótt tekur avgerð í málinum.
Hoydalar 20. november 2007