Heri Mohr
Góði Sonne Smith.
Títt bræv til mín tann 20. november endaði soleiðis: ”Annars, ver vælkomin til tann
dialogin, sum bæði tú og eg sóknast eftir”.
Hatta var, satt at siga, musikkur í mínum oyrum (eygum), tí nú fór kanska tað at henda, sum eg í nógv ár havi roynt at fáa: dialog um landskassans inntøkur (blokkin) úr ríkiskassanum, sum, vegna ókunnleika og – tað sum verri er – við smíðaðum ósannindum gjørdist sjálvt støðið undir býttisligum, destruktivum landspolitikki um somu tíð, sum vit fóru úr einari øld og í nýggja.
Ein ávísan dialog við røttu viðkomandi um landskassans ovurhondsstóra peningamiss í 80-árunum hevði kanska heldur ikki verið av leið, men tað verður óivað trupult.
Í apríl mð. 2001 bað Doris Hansen, formaður í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, meg halda fyrilestur um ”blokkin”. Mín niðurstøða av fyrilestrinum var soljóðandi:
”Blokkurin hevur verið orsøk til klandur og kegl, síðani tað føroyska samfelagið fór á heysin í oktober 1992, og politikarar og annað gott fólk tvíhildu og tvíhalda um síni sjónarmið, at blokkurin er ”ondets rod”, og at hann verður ikki brúktur til skúlaverk, heilsuverk, almannaverk og annað í landsins húsarhaldi, tí at ”milliónirnar venda á gjaldstovuni og fara so - uttan at ferðast kring samfelagið – niður aftur í ríkiskassan sum renta og møguliga avdráttir”. (Núverandi løgtingsformaður í Dimmalætting 2. desember 1993). Hetta er seinni broytt soleiðis, at nú fara meira enn 2/3 av blokkinum til uppsparing” jbr. bóklingin hjá landsstýrinum. Hetta og óivað aðrar tungtvigandi grundgevingar er grundstøðið undir landsstýrisins ætlan um at ”tøma” blokkin.
Tað hevði verið klókt og í tráð við góðan demokratiskan anda at fingið sakligt og upplýsandi aðalorðaskifti í løgtinginum um blokkin, áðrenn hann verður svævaður”.
Rættiliga nógv fólk vóru komin at hoyra fyrilesturin, sum var almennur. Fólk við tilknýti til MBF vóru í meiriluta. Eingin landspolitikari var komin at lurta og/ella at siga nøkur orð. Kanska smædni var forðingin? Ella kanska tí at mín blokk-docering als ikki samsvarar við politisku blokk-indoktrineringina, Føroya fólk hevur liðið undir?
Tað tók ikki langa tíð at hvessa knívin: 1. januar 2002 vórðu 366.4 milliónir skornar av blokkinum og tveittar fyri borð. At hetta innibar ein niðurskurð upp á 274 milliónir til skúlaverkið og 92.4 milliónir til almenna forsorg, fingu vit ómælandi ikki at vita. Tað gekk mest sum slatur millum manna, at nú var skúlaverkið og almenn forsorg yvirtikin, uttan at neyðugt var við nýggjum inntøkum til landskassan. Men knívurin fór eisini eitt sindur longri inn, tí at tað, sum hekk eftir av blokkinum til heilsuverkið og almannaverkið - 633 milliónir - skuldi niðurfrystast í 5 ár. Hendan niðurfrysting hevur higartil kostað landskassanum umleið 80 milliónir.
Slík brøgd kunnu einans snillingar fremja , - Keine Hexerei, nur Behändigkeit !
Nú eru skjótt nógv ár liðin, síðani milliardir hvurvu úr landskassanum takkað verið løgtingslógum um landskassaveðhald, -stuðul og -útlán og so tordenskjoldsku soldátar, sum sótu báðu megin borðið. Eitt kann tó við vissu sigast, at milliardirnar valla fara at koma aftur í landskassan, og at hatta er ein farin tíð.
Tað mundi renna mongum kalt niður eftir rygginum, tá ið nakrir løgtingsmenn í orðaskiftinum um lógbundna verju og viðurkenning av samkyndum í Føroyum so skammiliga gloymdu boðini um at elska sín næsta sum sjálvan seg. Hetta støðið, hornasteinurin, undir tí kristnu morallæruni áttu tey, ið halda seg vera Várharrasa útvaldu vinfólk, at lagt sær í geyma.
Stórinkvisitorurin, hjá Dostojevskij, á torginum í Sevilla rann mær í hug, tá ið tann unga, djarva gentan úr Danmark frá tingsins røðarapalli fekk at vita, at hon var óynskt í paradísinum 62 Norður.
Vónandi hevur løgtingsins formansskapur givið gentuni eina uggandi umbering.
Men, Sonne, hvar fór tín dialogur, sum tú sóknast eftir, havi eg ikki møsnað, monologiserað, nóg mikið?