Nú er møguligt at gera tína viðmerking til greinarnar á portal.fo Sum nakað nýtt á portal.fo er tað nú eisini møguligt at gera viðmerkingar til greinarnar. Hetta kemur at gera at lesarin eisini kann fáa sína meining við á portal.fo.
Fyri at tryggja at viðmerkingarnar ikki verða brúktar til at skriva niðurgerðandi um persónar hava vit valt at brúkarin skal brúka fartelefonina fyri at endaliga góðkenna viðmerkingina. Brúkarin fær eitt loyniorð sendandi til farelefonina sum hann skal skriva inn á síðuna og so er viðmerkingin góðkend.
Tað er okkara vón at henda tænastan verður væl móttikin og kann vera við til at fáa lesaran meira við í innihaldinum.