Eitt sindur av fólki var savnað á áskoðaraplássinum, tá tingið varð sett fyrrapartin. - Hygg, har situr mamma, segði ein lítil kúllur og peikaði á eina av tingmammunum Onkur børn vóru millum áhoyrararnar, og sum Portalurin dugdi at síggja vóru tað bara kvinnuligir tinglimir, sum høvdu børn við.
Tveir av hesum vóru fimm og tvey ára gomlu Markus og Bjarni Horn Olsen. Teir sótu hjá pápanum og ommu og abbanum.
- Hygg, har situr mamma, segði Bjarni stoltur, tá hann hevði hevði funnið seg til rættis á áskoðarabonkinum.