Við móta á lofti

Systrarnar á Lofti eru báðar virknar innan mótaheimin í Føroyum. Malan sum sniðgevi og Óluva sum ánari av handlinum Sirri.
Saman stuðla tær hvørjari aðrari, og tá tær hava brúk fyri góðum ráðum, eru tað til foreldrini í Sandavági, tær venda sær.

Fyrst var tað øskan og síðani mjørkin, ið mundi forða fyri at systrarnar á Lofti strála saman á Hvítusunnu.

Malan, ið er búsett í Herning, er heima í heilt serligum ørindum hesuferð. Hon skal nevnliga giftast í summar og er heima fyri at savna sær føroysk ting at nýta til brúdleypið.

- Brúdleypið er í Danmark, men eg vil ikki, at alt skal vera so danskt. Føroyar mugu vera við á einum hornið, sigur Malan.

Malan er tann eldra av systrunum, hon er 34 ár og hevur búð niðri í 10 ár. Hon fór upprunaliga niður á designaraskúla. Áhugin fyri tí skapandi hevði hon havt leingi, og hon valdi at fara á ein skúla, ið kombineraði tað skapandi við tað industriella.

- Bæði eg og Óluva eru ávirkaðar av, at vit eru uppvaksnar í einum heimi har pápi átti eitt vakstrarhús, og har tað skapandi mátti kombinerast við at fáa endarnar at røkka saman, sigur Malan.

Hon og Óluva hava hjálpt nógv til í vakstrarhúsinum, og hóast Óluva hevði ætlanir um at taka yvir, tá pápin fór frá, noktaði hann henni hetta, tí hann helt tað vera ov strævið hjá dóttrini.

- Eg og babba arbeiddu nógv saman og gjørdust eitt gott team, greiður Òluva frá.

Tá systrarnar, í sínum núverandi virksemi, vilja hava skapandi ráð fara tær til pápan Kára á Lofti, og um tær vilja hava fíggjarlig ráð, fara tær til mammuna Mariu á Lofti, ið starvast hjá Atlantic Airways.

- Mamma er so deilig at hava við sær, tí hóast at hon næstan er 60 ár, er hon sera ungdómlig og tímir væl við á mótamessur og ein túr á pubbina aftaná, sigur Óluva.


Kappas á landsliðnum

Passiónin hjá Óluvu - eftir mótan - eru ross. Hon og sjeikurin David Nordendahl eiga tvey ross og Óluva kappast eisini á landsliðnum.

- Eg fór niður at læra á seymiskúla, men eg kundi ikki vera leingi burtur, tí eg hevði mínar hestar í Føroyum, sigur Óluva.

Hon fór tí í handilslæru í handlinum "Seytjan", íð lá í somu hølum, sum Sirri er í nú.

Áhugin fyri tí bundna og føroyska var tá stórur, og báðar systrarnar komu í samband við Sirri. Malan gjøgnum sína høvuðsuppgávu fyri Sirri, og Óluva starvaðist í handlinum.

- Tá fyrrverandi ánarin vildi leggja frá sær, spurdi eg, um eg og sjeikurin ikki kundu keypa part í fyritøkuni. Hann játtaði, og eg tók yvir handilin, greiður Óluva frá.

Hon byrjaði beinavegin at taka føroyskar sniðgevar inn, tí hon vildi broyta handilin frá at vera ein ferðamannahandil til at gerast ein mótahandil.

- Nú eru tað fýra sniðgevar og Sirri her í handlinum. Kravið, eg seti, er, at vit eru einasti handil í Føroyum, ið selur teirra klæði. Eg trúgvi ikki uppá, at man skal selja somu vøru á nógvum støðum í Føroyum, sigur Óluva.

Eitt av merkjunum, ið selur væl, er "Lofti" hjá Maluni. Tað eru einkul klæði við ráum detaljum.

- Klæðini hjá Barbaru í Gongini eru sera vælumtókt í Danmark, men føroyingar eru enn eitt sindur bangnir fyri teimum, sigur Òluva.


Starvast í Bestseller

Malan arbeiður nú fulla tíð við barnaklæðunum "Name it" í risafyritøkuni Bestseller. Merkið "Loftið" fer við allari hennara frítíð,og hon ger tvær kollektiónir um árið.

- Eg arbeiddi bara við mínum egna merki eina tíð, men eg helt, at tað bleiv í so einsligt. Eg saknaði at hava fólk rundanum meg, sigur hon.

Á "Name it" eru tað umleið 200 fólk, og Malan er ein av stjórunum. Óluva, ið eigur eina 6-ára gamla dóttur, heldur, at klæðini hjá "Name it" eru blivin betri, síðani Malan byrjaði.

- Ja kanska, sigur Malan, eitt sindur smæðin. Eg havi broytt klæðini frá at vera 100% bumull til at innihalda 5% av elastan so, at tey ikki missa passformin tá tey eru vaskað.

Bestseller hevur eisini merkini Vero Moda og Vila, men Malan heldur ikki at hon hevði klárað at arbeitt fyri tey merkini, eftirsum tey eru ov lík hennara egna "Lofti".

Avgerðandi munurin millum klæðini, sum systrarnar á Lofti fáast við, og tað sum Bestseller hevur, er prísurin.

Malan og Óluva eru báðar á einum máli um, at teirra vøra skal kosta. Tað skal vera høg góðska, og ein skal ikki møta einum persóni í sama plaggi á hvørjum horni.



Malan um Óluvu:

Hon er vinarlig, íðin, treisk og hugnalig at vera saman við. Sum systir er hon ógvuliga stuðlandi.


Óluva um Maluna:

Hon er hjálpsom. Ein, sum eg altíð havið sæð upp til. Altíð smart og riggar altíð væl - eisini um hon er nývaknað. Og so er hon sera stuðlandi.


Fakta

Navn: Malan á Lofti

Aldur: 34

Býr: Herning

Starv: Sniðgevi og eigari av "Lofti"

Familja: Skal giftast við Kaare, tey hava eina kettu


Navn: Óluva á Lofti

Aldur: 29

Býr: Argjum

Starv: Krambakvinna og eigari av "Sirri"

Familja: Sjeikurin David Nordendahl og dótturin Berta Maria



Tí eita tær á Lofti

Vit eru ættaðar úr einum húsum, ið var fyrsta hús í Sandavági, sum hevði eitt loft. Tí bleiv tað til navnið á Lofti.