Júst sum í gomlu lesibókini eru Søren og Mette í Fra smørhullet so ræðuliga fitt og ræðuliga vanlig. Og júst sum flest onnur verða tey eisini skild. Tí situr 35 ára gamla Mette einsamøll í íbúðini og skrivar dagbók um sínar tankar um lívið, deyðan og meiningina við øllum. Í grundini hevur hon tað ikki so galið ? fyrrverandi maðurin forsyrgir henni framvegis, men hon keðir seg. Hon átti kanska at byrja at dyrka vistfrøðiligt grønmeti ella hví ikki farið til Afrika at gera okkurt sjálvboðið arbeiði? Tað er so nógv, Mette burdi gjørt, men verðin er so ónd, so Mette vil helst bara sleppa at hyggja eftir ?Nikolaj og Julie? og lesa Alt for Damerne.
Fra smørhullet er ikki bara enn ein bók um frustreraðu og forkelaðu single kvinnuna av tí betra slagnum, sum bara kvaklast við, tá mótin skiftir. Heldur er hetta ein eyðkend Hammannsk, bítandi sarkastisk húðfleingjan av ættarliðnum, sum hevur ein ?lívsstíl? í staðin fyri eitt lív og brúkar orð sum ?kvalitetstíð? fyri at verja rættin til ikki at geva sær tíð til at vera saman við sínum børnum.
Mette er í veruleikanum so vanlig og keðilig, at høvundurin einastaðni grunar yvir, um tað yvirhøvur ber til at hava hana sum høvuðspersón í hesi bókini. Men tað ber til, meir enn so, tí við penninum hjá Kirsten Hammann verða sjálvt tær mest innantómu klichéirnar til hóttandi spreingiknøttar, so tað verður alt annað enn fjálgt og hugnaligt niðri í smørkulluni hjá Mette.
Fra smørhullet var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.