Turið Kjølbro
??????????????
Eva Norderhaug, Saynab min historie,
Aschehoug, 2004
Saynab min historie er heitið á bók, ið unga somaliska kvinnan Saynab hevur skrivað saman við kendu norsku tíðindakvinnuni Evu Norderhaug. Og Saynab hevur sanniliga eina søgu at fortelja. Sum tólv ára gomul kemur hon til Noregs sum flóttarfólk úr krígsherjaða Somalia saman við lítlabeiggjanum Abdi at vera saman við pápanum. Mamman er eftir í Somalia. Tíðin í Noregi er byrjanin til eitt hart lív, eitt lív við heimlongsli, einsemi, vansorgan, diskriminering, happing og ógvusligum harðskapi, og seinni eitt lív sum oddafiskur í ungdómsbandum. Alt rundan um hana er harðskapur, og einasti mátin at svara aftur er við harðskapi. Men ístaðin fyri at loysa trupulleikar, elvir harðskapurin til fleiri trupulleikar. Tíbetur dugir Saynab at síggja tað, áðrenn ov seint er.
Sum hon veksur upp, ger hon upp við egnu mentan og mentanina í landinum, hagar hon er flutt. Hon roynir at finna seg sjálva í meldrinum og fer undir eitt stríð móti kynsmeislan, sum hon rópar umskering av gentubørnum.
Seks ár eftir at Saynab og Abdi komu til Noregs, vitja tey heimlandið og mammuna aftur, men bert fyri eina stund, tí Saynab veit, at tað er í Noregi, hon kann gera mest gagn.
Saynab er í dag 26 ára gomul og starvast sum ráðgevi í tilflytaramálum í norsku ríkisumsitingini.
Saynab min historie er ein hugvekjandi bók, sum er skrivað á livandi, løttum og til tíðir talumálskendum máli. Og hon er avgjørt verd at lesa, ikki minst hjá ungfólki!