Hann er ein av kendastu og populerastu vertunum í donskum sjónvarpi í løtuni. Anders Lund Madsen er vertur í Det Nye Talkshow, sum verður sent á DR1, og sum Kringvarpið eisini sendir, og har hevur hann markerað seg sum ein frískur og stuttligur vertur.
Stílurin er hansara egna. Onkuntíð næstan lættari forvirraður, men allatíðina við einum skálkabrosi og forheraðum viðmerkingum og spurningum.
Anders Lund Madsen búði í Føroyum eitt skifti í 1985. Hann kom til Føroya í sambandi við lesnaðin á RUC, men tað gekk ikki júst, sum tað skuldi, men hann og onnur fólk í ferðalagnum vórðu verðandi í Føroyum í eina tíð, og her upplivdu tey mangt og hvat.
Hvat er tað besta við at vera sjónvarpsvertur?
Tað er eitt behagiligt arbeiði, tí mann skal ikki gera so nógv. Eg havi arbeiði í trý korter hvørja viku. Eg skal fyrireika eitt sindur sjálvandi, men tað er at leita á internetinum og sovorðið, og tað skal eg alíkavæl. Men tað eitur arbeiði.
Hvat er tað ringasta?
Vit gera okkara talkshow í Hofteateret, og trupulleikin er, at alt skal ruddast av aftaná sendingina. Og um eg ikki eri skjótur, so verði eg settur at vaska ella rudda, og tað skal eg lova tær fyri, at eg ikki tími. So eg finni altíð uppá onkra umbering og eri skjótur vekk. Vit hava gjørt 43 sendingar higartil, og tað er bert einaferð komið fyri, at eg ikki slapp burtur.
Hvat heldur tú, at øll skulu vita um tað?
Nú er hendan samrøðan til eitt blað í Føroyum, so eg vil gjarna, at allir føroyingar vita, at eg havi búð í Føroyum, og tað var stuttligasta hálva árið í mínum lívi, sjálvt um tað var afturi í 1985. Eg haldi, at fólk skuldu brúkt eitt sindur av tíð í Føroyum, ikki bara vitja ein ella tveir dagar, men veruliga geva sær tíð til at uppliva Føroyar.
Hevur tú kanska havt eitt serligt forhold til Føroya síðani tá?
Ja, eg havi verið fleiri ferðir í Føroyum síðani, sjálvt um tað hava verið styttri vitjanir. Men eg verði í góðum lag at møta føroyngum. Nú ein dagin sat eg úti á Ålholmplads í Valby, sum kanska er tað keðiligasta staðið øllum Danmark, og har sat ein maður og drakk eina øl. So eg fór yvir til hansara og segði góðan dag. Og tað vísti seg, at hann var úr Nólsoy. Og tá eg var í Føroyum, búði eg í Hoyvík, og eg sá út á Nólsoy, og eg spekuleraði ofta uppá, hvussu tað mundi verða at búgva harúti. So hann fekk greitt mær eitt sindur frá tí.
Er nakað við tíni persónligheit, sum irriterar teg?
Eg snakki for nógv, og ofta gloymi eg, hvat fólk spurdi meg um. Eg dugi ikki so væl at svara stutt og greitt, og tað er irriterandi.
Hvør er tann besti lutur, sum tú eigur?
Eg havi eitt akvarium á 750 litrar, og eg haldi, at kanska er tað tað.
Upplivir tú nakratíð, at fólk ikki taka teg alvorligt?
Nei, tað geri eg ikki. Tað er øgiliga lætt at vísa fólki, at nú er mann alvorligur, og tað havi eg ongar trupulleikar av. Man skal bara skilja tað at, tá ið mann skemtar, og tá mann er alvorligur, so verða fólk ikki forvirrað.
Tekur tú teg sjálvan alvorligt?
Kanska einaferð um dagin, men 96 prosent av tíðini geri eg tað ikki. Men tá tað kemur til børn og politikk og djór, sum eru við at blíva yvirkoyrd, so taki eg alvorligt.
Nær ert tú mest lukkuligur?
Beint tá eg vakni, eri eg mest lukkuligur. Tá eg vakni og síggi damuna liggja við síðuna av mær, so eri eg lukkuligur, men eftir tað gongur tað niður at bakka. Eg havi ikki morgungron, men eg kann blíva súrur út á kvøldið.
Hvat blívur tú keddur av?
Um onkur snýtur meg í eini kø, so verði eg keddur og illur.
Hvussu hevur tú tað við at verða kendur persónur í Danmark?
Tað havi eg tað fínt við. Tað er gott og behagiligt, og eg verði ikki bukaður av nøkrum. Ella tað eri eg ikki blivin enn í øllum førum. Eg kann anbefala øllum at blíva kend. Tað eru kanska onkrir vansar við at verða kendir, men eg havi ikki funnið út av tí enn, men hinvegin er tað eisini munur á, hvussu fólk eru kend, og hvat tey eru kend fyri.
Anders Lund Madsen verður leygarkvøldið 28. mai gestur í Hvonn Live á Rás2.
Fakta
Navn: Anders Lund Madsen
Aldur: 47 ár
Útbúgving: Journalistur
Arbeiði: Vertur í Det Nye Talkshow á DR1
Bústaður: Keypmannahavn
(í kassa fyri seg)
Brendi seg í tummilin
Á sínari egnu heimasíðu presenterar Anders Lund Madsen seg soleiðis:
Eg eri føddur 15. Oktober 1963, og síðani tá hevur tað stórt sæð gingið væl. Í 1973 brendi eg meg í tummilin, tí eg helt í einum oyðilagdum blussi. Annars hevur tað ikki verið tann stóri dramatikkurin í mínum lívi. Man kundi ynskt sær at verið bitin av einari leyvu, ella at hava goymt ólóglig bløð undir krígnum, men trøini vaksa ikki inn í himmalin.