Viðmæli: Lívið fer víðari

Ingrid Bjarnastein

Cecilia Ahern, PS, I love you, 2004,
Týtt Bente Wissing Brøndum, PS: Jeg elsker dig!, Bazar forlag, 2005

Í bókini PS, I love you hitta vit Holly, sum fáar mánaðir áðrenn hon fyllir 30, missir mann sín, Gerry, orsakað av einum knykli í heilanum. Eina tíð seinni fær hon nøkur brøv, har maðurin, ið kennir hana betri enn nakar annar, lærir hana, at lívið fer víðari - eisini uttan hann.
Bókin líkist chicklit stílinum og allíkavæl ikki. Tað er ikki karrierukvinnan við egoistiska og sjálvironiska framferðarháttinum, ið vit hava við at gera her. Men sjálvt skrivingarlagið kann minna um chicklit stílin, og harafturat er bókin eisini løtt at lesa. Sum Marian Keyes sigur tað, so tekur bókin teg við á eina ferð. Bert frá eini síðu til ta næstu kunnu tárini sníkja seg fram í eygnakrókarnar, og smílini fram á varrunum. Ein hjartanemandi frásøgn um at halda fast, lata fara og læra at elska aftur.
Cecilie Ahern, ið hevur skrivað PS, I love you, er dóttir írska forsætisráðharran, Bertie Ahern. Bert 21 ára gomul skrivaði hon skaldsøguna uppá bert tríggjar mánaðir. Marian Keyes, sum er ein viðurkendur írskur rithøvundur, hevur róst bókini og kallar hana "fitta, stuttliga og syrgiliga: ein ferð frá sorg til vón".