Viðmæli: Keyp við góðari samvitsku

Ingrid Bjarnastein
?????
Sophie Kinsella, The Secret World of a Shopaholic, 2000,
Umsett Dorte Andersson, En shopaholics hemmelige drømmeverden, Lademann, 2001,

Bara heitið á bókini leggur upp til, at her er talan um eina veruliga Chick Lit bók. Og soleiðis er eisini. Bókarøðin um Ms. Rebecca Bloomwood er fýra bøkur, sum allar viðgera sama evnið: Tann framúrskarandi og ófatiliga eginleikan hjá Rebeccu Bloomwood at brúka pengar uppá ting, sum hon, tá alt kemur til alt, als ikki hevur brúk fyri.
Tað, ið eyðkennir bókina, er eins og í øllum hinum bókunum í hesum stílinum, opinleikin og eginleikin til at vera ein kvinna. Bókin fær eins egnu - kanska stundum óumhugsaðu innkeyp - at virka ógvuliga ósek og harmleys.
Men aftur her er tað samleikin - tað ið vit hava til felags (vónandi ikki í eins stóran mun) við ms. Bloomwood, ið er drívmegin. Hvat býtt fer hon nú at finna uppá? Hví letur hon ikki hatta kontoavritið upp? Hví hundan keypir hon nú handan kjólan? Og so ikki minst mátin, hon klárar at rættvísgera øll síni keyp. Eins og øll konufólk helst eisini gera av og á...
Bøkurnar eru á einum hægri støði - um tað væl at merkja finst í hesum skrivistílinum - ógvuliga álvarsamar, men samstundis so stuttligar, at tú flennir so nógv, at tú heldur tær um búkin og rodnar av berari skomm.

Hinar bøkurnar í Shopaholic røðini eru: Shopaholic i New York, Shopaholic i medgang og modgang og Shopaholic og søster.