Viðmæli: Er Bíblian lygn?

Jákup Mørk


Skjótast seljandi skaldsøgan til vaksin nakrantíð!
Tað er ikki hissini skoðsmál, metseljarin hjá Dan Brown, The Da Vinci Code, hevur fingið. Lat tað tó eisini verða sagt alt fyri eitt, at sum so er hetta skoðsmálið eisini vælgrundað. Bókin er eitt perludømi um eina - nær sagt - bíliga spenn­ings­roman, uttan at hetta tó skal misskiljast.
Plottið í søguni er í sær sjálv­um sera einfalt. Ein professari í list verður funnin myrdur á Louvre-savninum í París. Umstøðurnar kring drápið eru pent sagt merkisverdar, men sum frálíður gerst greitt, hví so er. Á deyðastráð hevur myrdi professarin givið nøkur tekin um ein av størstu savnsgripunum í heiminum. Umvegis listaverk hjá Da Vinci letur hann vita, hvar ella hvat heilagi kalikkurin í veruleikanum er.
Og so gongur tað skjótt fyri seg. Tær 456 síðurnar í bókini snara allar um næstu 24 tímarnar. 24 action-pakkaðar tímar, har good vs. evil, hetjur og illgerðarmenn hvørt um annað jagstra heilaga dýrgripin.
Tað serliga við bókini er tó tann mest sum geniali frásøgu­hátturin. Partvíst er søgugongdin somikið kompakt, at lesarin onga róliga løtu fær í hesum neti av væl hugsaðum krimi-gátum, sum støðugt bjóða gráu kyknunum av. At bókin so á vegnum setir nøkur stór spurnartekin við grundarlagið undir kristintrúgv okkara, ger hana ikki minni áhugaverda. At seta spurnartekin við nakað so grundleggjandi, vil altíð vera sera vandamikið hjá einum rithøvunda. Eisini hóast søgan í besta amerikanska stíli hevur ein endamoral, har virðið á kristintrúnni verður revaluerað.
At Dan Brown er sloppin væl frá hesi avbjóðing, er tó eingin ivi um. Nakað sum fremsta plássið at bestseljaralistanum yvir bestseljarar eisini ber boð um.