Anna V. Ellingsgaard
??????
Paul Auster, Oracle Night, 2003.
Umsett Jørgen Nielsen, Orakelnat,
Per Kofod, 2004
???????
Rithøvundurin Sidney Orr er við at koma fyri seg aftur eftir eina lívshóttandi sjúku. Ein dagin fer hann inn í ein handil, har ein loyndarfullur kinverji selur honum eina lokkandi, lítla, bláa notesbók. Orr fær hug at skriva aftur, og hetta er byrjanin til eina røð av hendingum, sum broyta tilveruna avgerandi fyri Orr og hansara nærmastu.
Orr byrjar at skriva sína skaldsøgu, sum eisini hevur heitið ?Orakelnat?, har alt bendir á, at Orr fær somu lagnu, sum sín høvuðspersónur, ið á ein óunniligan hátt byrjar at síggja inn í framtíðina. Bókin verður soleiðis ein kinesisk eskja av søgum - ein skaldsøga um ein rithøvund, sum frá einum øðrum rithøvunda fær íblástur til at skriva eina skaldsøgu, sum er ein lýsing av at skriva eina skaldsøgu! Men Orakelnat kann eisini lesast sum ein øðrvísi og hjartanemandi søga um ein mann og eina kvinnu og eitt vinarlag, sum má standa sína høðru roynd. Í báðum førum handfer Auster sína snildisliga samansettu søgu so framúr væl, at tú ongantíð missir hvørki tráðin ella áhugan.
Fyri ein svornan Auster fjeppara er tað freistandi at viðmæla alt hansara ritverk, sum tað er. Men minni kan eisini gera tað, og fyri nýggjar lesarar er Orakelnat avgjørt eitt gott stað at byrja.