Viðmæli av tiltakinum Frá Minus til Pluss

Eg frætti fyrstu ferð um evangelistin Reinhard Bonnke í norskum blað mitt í áttatiárunum. Tvey ár seinni vóru vit tríggir, ið fóru á møtirøð hansara ?Fire Conference? í Frankfurt, har vit upplivdu serstaka ídni hansara fyri tí ófrelsta.

Síðani hava vit kunnað gleðst um frásagnir frá møtum hansara víða um, at menniskju eru drigin inn í kærleika Frelsarans, sjúk eru grødd, bundin sett í frælsi og Frelsarin ærdur.

Tað er einki minni enn ein forrættur, ið okkum verður veittur, at kunna vera við í tiltakinum ?Frá Minus til Pluss?. Hetta tiltakið, lagt til rættis og stýrt úr Himli, er ein heilsan Guds til einstaka føroyingin, og fer at broyta mong menniskju og harvið alla tjóð okkara, taka vit ímóti tí.

Tøkk fái Skaparin og Frelsarin fyri sendiboð sum Reinhard Bonnke, og at vit, so fá og fjarskotin, eru við í undurfullu ætlanum Hansara.

Jenis av Rana

kommunulækni og løgtingsmaður