Viðmæli: Andin frá Texas

Anna V. Ellingsgaard
????
Egon Clausen, Øje for øje.
En beretning fra det modernes bagside,
Gyldendal, 2003

Í einum fongsli í Texas situr ungi, svarti Khristian Oliver og bíðar eftir, at hansara deyðadómur fyri eitt harðligt morð verður útintur- ein deyðadómur, sum nevningatingið bygdi á "eyga fyri eyga" ímyndir úr Gamla Testamenti, heldur enn lógir og paragraffir.
Danski journalisturin og høvundurin Egon Clausen fekk frænir av skelkandi søguni, tá hann fór til Texas at skriva eina bók um kristna fundamentalismu í amerikanskum hami, sum spældi ein so stóran leiklut, tá George W. Bush varð valdur til forseta fyrru ferð. Um hon eisini gjørdi tað seinnu ferð, kann lesarin sjálvur meta um.
Hóast, ella júst tí, bókin er ein lýsing av baklandinum hjá George W. Bush, man Øje for Øje vera síðsta bókin, forsetin hevur hug at lesa. Frásøgnin hjá Clausen er alt annað enn uppbyggiligur lesnaður hjá teimum gudsóttandi amerikanarnum, sum liva sítt lív við spentum bíbilubelti og revolvarahana. "Ein sera sjáldsom mentanarlig- og átrúnaðarlig atfinning, har kristna fundamentalisman í Suðurstatunum verður løgd ber í øllum sínum ørvitisskapi og endaleyst óhugnaliga makt og veldi", skrivar Klaus Rothstein á Weekendavísini.
Ein tankavekjandi bók um eitt ótespiligt fyribrigdi, sum høvundurin nevnir "Andin frá Texas". Tú kennir hann anda teg heitt í nakkan, sum ein ræðumynd av, hvat kann henda, tá markið millum lógarverk og átrúnað hvørvir ...