Frá mánadegnum í næstu viku til hósdagin skipar Smyril Line fyri eini stuttferð til Seyðisfjarðar, har tað ber til at uppliva Ísland saman við Óla Jacobsen, blaðmanni.
Vitjað verður m.a. á Seyðisfirði og Bakkafirði, har Óli fer at greiða frá ymiskum søguligum hendingum, sum føroyingar hava verið partur av. Ísland hevur ein týðandi part í okkara fiskivinnusøgu. Í nógv ár leitaðu túsundtals føroyskir fiskimenn til Íslands at fiska. Í 1800-talinum byrjaðu føroyingar at vera til lands í Íslandi í summarhálvuni, t. e. fóru at rógva út við opnum báti frá ymiskum plássum, serliga á Eysturlandinum. Á Seyðisfirði verður eitt nú vitjað á kirkjugarðinum, har ið manning av Riddaranum varð jarðað í 1927, og greitt verður frá søguni.
- Talan er um eina áhugaverda ferð, har vit vitja aftur á slóðir í landinum fyri norðan, ið nógvir føroyingar enn kenna seg tætt knýttar at, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi. - Óli Jacobsen, ið er ferðaleiðari, hevur stóra vitan um søgu føroyinga, og vit kenna hann eitt nú frá blaðgreinunum við søguligum innihaldi, sum hann greiðir úr hondum hvørja viku í Sosialinum.
Farið verður avstað við tveimum bussum úr Føroyum, og enn eru nøkur pláss eftir í øðrum bussinum, sigur Smyril Line.