Landsverk fer nú gera eina uppgerð, sum skal vísa, um tað lønar seg betur at brúka meiri pengar til at viðlíkahalda vegir, tunlar og brýr heldur enn at brúka pengarnar til nýgerð. Tað varð avtalað á fundi millum stovnin og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í gjár, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Seinastu árini hevur Landsverk fingið 10 milliónir krónur árliga til viðlíkahald, men sambært stovninum er tað alt ov lítið. Skal viðlíkahaldið vera nóg gott, skulu 40 milliónir krónur brúkast árliga.
Hvussu nógv Landsverk kann vænta at fáa á næstu fíggjarlóg, dugir landsstýriskvinnan ikki at siga í dag.










