Við lóg skal land byggjast

Kommunala eftirlitið boðar í hesum døgum frá, hvørjar kommunur bróta landsins lógir. Harímillum er Sjóvar kommuna. Sjálvandi undrar hettar okkum og vit føla okkum tí noyddar at gera nakarar viðmerkingar.

 



Eingin lógarheimild

Landsstýri fann av sínum eintingum uppá, at nú skuldu kommunur hava íløguloft. Hetta íløguloft fingu kommunur boð um og eingin fíggjarætlan bleiv góðkend um íløgur vóru hægri enn einvíst ásetta kvotan hjá landsstýrinum. Men løgmaður hevur avgjørt onga heimild at áseta íløguloft. Tí arbeiður Føroya Løgmaður, sum ábyrgdari fyri kommunala eftirlitið, uttan nakra lógarheimild.

Tað kundi verði áhugavert at fingið at vita um Løgmaður og Óli Holm verða mettir javnt. Løgmaður lovaði alment at Óli Holm skuldi kannast orsaka av Trøllanesbrævinum. Bløðini fingu tað til, at Óli, sambært Løgmanni, hekk í einum tunnum trá. Um øll eru líka fyri lógini, átti Løgmaður eisini at verðið kannaður.


Barnagarðar í Tórshavn

Kommunala eftirlitið hevur av sínum eintingum avgjørt at barnagarðar, sum Tórshavnar Kommuna fer at leiga frá byggiharra, skal roknast sum íløgur. Samstundis hevur Fiskimálastýri gjørt avtalu um at leiga bygning við forkeypsrætti. Keypsprísurin er millum 15-20 mió. Hesin bygningur átti alt annað líkað at verði við á íløguætlan Landsstýrisins. Men tað er hann ikki. Aftur eitt dømi um at Landsstýri als ikki hevur tamarhald á egnum viðurskiftum. Tað ber ikki til at tulka lógir, reglur o.l. sum best ber til. Tað er neyðugt at tulka líknadi mál eins.


Roknskapur hjá Sjóvar Kommunu

Sjóvar Kommuna hevur seinastu árini hildi seg til løgdu fíggjarætlanina. Tí dámar okkum als ikki at Landsstýri fer í fjølmiðlarnar við tíðindum, sum fyri lurtarar og lesarar ikki kunnu skiljast øðrvísi enn at her er lítið skil í. Nógvir strandingar hava eisini fingið tað fatan, at tað stendur illa til í kommununi. Tí verða sett upp roknskapartøl fyri Sjóvar kommunu.

Endamálið við kommunala eftirlitinum er at ansa eftir, at kommunurnar fylgja landsins lógum. Harumframt vilja summir, at ansast skal eftir, at kommunurnar ikki koma í fíggjarligt óføri.

Út frá hesum seinna vil kommunala eftirlitið hava nógvar skilaleysar broytingar, fyri at teir betri kunnu fylgja við. Teir arbeiða við ætlanum um reglur v.m. Hetta er alt bert tvætl. Um tað er uppgáva teirra, kann hendan, eins og eg fleiri ferðir havi víst á á almennum fundum, har landsstýrismenn hava luttikið, loysast sera einfalt og bíligt.

Um kommunur brúka minni enn tær tjena gongst teimum væl. Tí er bert neyðugt at áseta, at inntøkur altíð skulu verða minst líka stórar sum útreiðslur. So einfalt kann tað gerast. Ùt frá hesum kann fíggjarætlan til kommunala eftirlitið síggja soleiðis út.


Roknskap Fíggjarætlan Roknskap

2000 2000 1999


Inntøkur 15.924.000 14.913.000 15.351.000

Rakstur&íløgur 13.154.000 13.155.000 11.680.000

Úrslit av rakstri 2.770.000 1.757.000 3.671.000

Rentur 354.000 270.000 441.000

Úrslit eftir rentur 2.416.000 1.487.000 3.230.000

Avdráttir 13.406.000 1.086.000 1.199.000

Likviditetsúrslit 10.990.000 401.000 2.031.000


Samstundis eru hetta tøl úr roknskapinum hjá Sjóvar kommunu og av landsstýrinum góðkend fíggjarætlan og síggja øll vónandi at kommunan er fíggjarliga væl fyri. Viðmerkjast skal, at kommunan betalti alla skuld í desember 2000 við pengum vit áttu á bók. Tí eru avdráttirnir serliga stórir í 2000. Skuldin 1. januar var kr. 50.000 og í dag eiga vit 4,5 mió á bók.

Hetta er sera einfalt, lætt at skilja og gevur allar tær upplýsingar kommunala eftirlitið tørvar. Hví skulu vit brúka tíð uppá nakað annað. Einasta úrslitið av aðrari loysn er fleiri almenn arbeiðspláss í Havn.


Stýring av búskapinum

Fíggjarmálaráðharrin, sum annars dugur sera væl at ansa eftir kassanum, ynskir at passa kommunukassarnar eisini. Hetta er óneyðugt. Vísandi til galdandi lóg skal kommunustýri fyrst áseta útreiðslur og síðan seta skattaprosentið so at inntøkur og útreiðslur er eins. Tí eigur eingin kommuna, sambært galdandi lóg, at hava yvirskot ella undirskot.

Um vit hugsa um at stýra búskapinum, verður neyðugt at broyta lóggávuna. Í dag kann kommunustýri áseta skattaprosentið júst sum tað vil. Løgmaður segði eisini á fundi í Kommunufelagnum, at tað var tað rætta. Tí kommurnar skulu jú hava sjálvstýri!!

Skal lógin broytast eftir ynskinum hjá Karstin Hansen, verður neyðugt at kommunala eftirlitið fær heimild at áseta skattaprosent hjá kommunum. Tað undrar okkum, hví summar kommunur hava 17% í skatt og aðrar 20%. Men vit kunnu ímynda okkum hvussu glaðar kommunurnar verða fyri hesa broyting.

Hendan broyting hevði gjørt, at í staðin fyri at pengarnir fóru í kommunukassan, sum sambært lóg skal brúka hvørt oyra, hevði Palliba havt meira eftir. Palliba brúkar nógv, men hann megnar eisini at seta nakrar krónur til síðis. Tí hevði hetta minka um eftirspurningin í samfelagnum. Hetta er einasti møguleiki at stýra búskapinum á kommunala økinum. Men neyvan verður undirtøkan fyri hesum serliga stór.

Tað er eingin munur á rakstri og íløgum tá vit tosa um upphiting av samfelagnum. Tí er tað tvætl at gera mun á hesum. Stýring av búskapinum er jú altíð upp á stutt sikt! Tí ætla vit í Sjóvar kommunu framhaldandi at bóka á sama hátt sum vit hava gjørt. Hetta ger at vit kunnu samanlíkna millum ár. Um vit noyðast at gera sum Kommunala eftirlitið áleggur okkum, tó í dag uttan heimild, vísa okkara útrokningar, at umsitingin veksur og tað fer at kosta okkum minst kr. 300.000 árliga, sum vit als einki fáa burtur úr. Hetta eru neyvar metingar og ikki vill skot. Annars finnast kreativir bókhaldarar í Landsstýrinum, sum eins væl og vit aðrir kunnu fáa íløgur til rakstur um tað loysur seg best. Tí vænta vit at tit skilja okkara sjónarmið.


Niðurstøða

Út frá hesum sæst, at landsstýri ger reglur og umsitur málsøki uttan lógarheimild. Harumframt hava teir ikki skil fyri teimum málsøkjum teir umsita. Umsiting hjá Landsstýri og kommunum verður dýrari enn neyðugt. Tí vil eg mæla landsstýrinum til at umhugsa hvat teir vilja við kommunala eftirlitinum og annars at halda seg til galdandi lógir. Tað sum hevur stórstan tídning er at vit hava so bíliga og góða umsiting sum gjørligt.


Eivind Jacobsen, borgarstjóri

Strendur