Í Noregi verður hann sammettur við Nick Drake og Jeff Buckley og telist millum stóru tónleikanøvnini.
29. mars fer Thomas Dybdahl á pall í Føroyum.
Thomas Dybdahl er stór stjørna í heimlandinum Noregi og hevur vunnið fleiri Grammy heiðurslønir. Hansara nýggjasta útgáva “What’s Left Is Forever” kom út í september 2013 og er framleidd av legendariska Larry Klein, sum millum annað er kendur fyri at hava framleitt fyri Joni Mitchell.
Útgávan hevur fingið sera góð ummæli, bæði heima og úti. Til dømis skrivar New York Times, at hvør sangur er sum ein spent og viðkvom kikkan eftir ondini.
Thomas Dybdahl trínur á pall saman við bólki sínum í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 29. mars.