Leygarmorgunin steðgaði ein politibilur í Havn einum ungum manni, sum varð skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður.
Tað vísti seg, at maðurin hevði verið í eini veitslu og hevði stolið ein bil. Hann hevði bara koyrt einar 100 metrar, tá ið hann varð tikin.
Maðurin er umframt rúsdrekkakoyring eisini skuldsettur fyri at hava stolið bilin.