Bygdarráðið á Viðareiði umhugsar at leggja kommununa saman við Klaksvíkar kommunu Gongst sum ætlað, fer Viðareiðis kommuna helst í næstum at tingast við Klaksvíkar kommunu um samanlegging.
Sambært borgarstjóranum, Árna Absalonsen, eru eisini óformligar tingingar við Hvannasunds kommunu um eitt møguligt felags útspæl frá teimum báðum kommununum.
-Tað liggur í kortunum hjá lansdpolitikarunum, at kommunurnar skulu vera størri eindir, so gera vit hetta ikki sjálvboðin, so kunnu vit skjótt verða tvingað til tað, sigur borgarstjórin á Viðareiði.
(Kelda: Kringvarpið)










