Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur tað ikki vera klókt, at samgongufólk fara út í bløðini við trupulleikum, sum enn ikki eru loystir.
Hetta sigur hann eftir at Bjarni Djurholm í tíðargrein í Sosialinum fríggjadagin hevði heldur hvassar viðmerkingar til sínar samgongufelagar.
(GREININ HJÁ BJARNA DJURHOLM KANN LESAST HER)
- Sjálvandi hava vit talu- og skrivifrælsi. Tað skulu vit altíð virða - eingin ivi um tað. Men við hvørt kann tað loysa seg ikki at fara út um allar geilar við trupulleikum, sum enn ikki eru endaliga loystir, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking í dag.
Jóannes Eidesgaard sigur, at fíggjarlógartilgongdin er trupul og altíð sera viðbrekin.
- Nógvir kamelar skulu svølgjast serliga í tíðum, har útgjarðingar eru avloystar av sparingum og tiltøkum, sum tey flestu hava til endamáls at tálma einum alt ov stórum halli. Tí er tað als eingin orsøk til, at vit í samgonguni nú fara út í fjølmiðlarnar og skjóta hvønn annan niður um tiltøk í einum enn ikki lidnum uppskoti. Andstøðan og eisini onnur kunnu saktans gera tað arbeiðið fyri okkum, sigur Jóannes Eidesgaard.










