Aftur í ár verður heystframsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Framsýningin, sum ber heitið Heystframsýningin, letur upp leygardagin klokkan 15.00. Talan er um sjeyndu framsýningina í røðini.
Luttakararnir í ár eru: Bárður Jákupsson, Brandur Patursson, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen.
Gestir verða: Hans Pauli Olsen og Ilona Raipala.
Í skrivi sent fjølmiðlunum í dag siga fyrireikararnir millum annað:
»Heystframsýningin letur myndlistina taka rúmið og skapar eitt nýtt rúm, har nýggjar gerðir og nýggjar hugsanir verða ein møguleiki. Framsýningin er ein roynd at lata myndlistina koma út úr sínum vanliga umhvørvi og at noyða hana inn í nýggjar samrøður við rúmið og við onnur verk. Heystframsýningin er ein afturvendandi hending, ið rannsakar og mennir samskiftið millum ymisk verk, millum verk og rúm og millum verk, rúm og áskoðara«.
Brandur Patursson hevur gjørt plakatina (sí mynd), sum aftur í ár er prentað á Grafiska Verkstaðnum Steinprent.
Aldubáran fer at hava heystkonsert í Listahøllini meðan framsýningini er opin, men tað er ikki lýst, nær henda konsertin verður.
Heystframsýningin er opin hvønn dag frá kl. 15 til 18 frá leygardegnum 15. oktober til 6. november.