Við Gudi inn í valstríðið

Átrúnaðarlig argumentir fara at hava ein týðandi leiklut í valstríðnum, spáddu Sjúrður Skaale, Bill Justinussen og Rúni Rasmussen á kjakfundi herfyri, hóast semja ikki var um, hvør Gud fer at fáa seinasta orðið



- Kemur Miðflokkurin til valdið, seta vit í stundini eina dómsnevnd av gomlum, langhærdum monnum, sum skulu gera av, hvør er nóg trúgvandi ella ikki.

Við einum skálkabrái hyggur Bill Justinussen út yvir áhoyrarafjøldina, ikki sørt imponeraður av sínum svari.

Onkur hvøkkur við, men tey flestu fanga speisemið hjá Bill Justinussen, sum tykist vera í essinum hetta hóskvøldið í Leikalund, har kjakevnið er, hvønn leiklut átrúnaður skal hava í politikki. 



Miðflokkurin slóðar fyri

Tað eru teir báðir ritstjórarnir, Heini í Skorini og Páll Jóhannesen, ið hava bjóðað til kjakfund í sambandi við útgávuna av bókini Krossvegir – essaysavn um átrúnað og politikk.

Hóast hugskotið til bókina stavar fra kjakinum um 266b, bendir alt á, at Krossvegir hevur fingið ein nýggjan og átrokandi aktualitet, nú tað stundar til løgtingsval. Nógvu áhoyrarnir í Leikalund hetta kvøldið vilja nevniliga vita, um vit kunnu vænta, at hetta slagi av kjaki, har Gud ofta fær seinasta orðið, kemur at merkja valstríðið.

Á lítla pallinum sita Sjúrður Skaale, Bill Justinussen og Rúni Rasmussen klárir at lofta spurningum. Allir spáa teir, at etisku málini og harvið eisini átrúnaðarliga grundaðu argumentini fara at spæla ein týðandi leiklut í valstríðnum.

Meðan Sjúrður Skaale er meir enn skeptiskur um hetta rákið, halda Bill Justinussen og Rúni Rasmussen tað vera bæði gott og sjálvsagt.

- Tað slepst ikki undan, at átrúnaður verður ein partur av politiska kjakinum. Tað sigur seg sjálvt, tí vit byggja jú okkara politisku sannføring á okkara lívsáskoðan, um hon kristin ella ikki, slær Rúni fast, meðan Bill samtykkjandi leggur afturat

- Politiska hugsjónin, ið er grundað á Bíbliuna, hevur víst seg at vera sera haldgóður og lívsjáttandi vøllur at byggja á, sigur Bill og minnir á, at Miðflokkurin er einasti flokkur higartil, ið hevur torað at melda klárt út í etiskum spurningum.

Hann ivast ikki í, at Miðflokkurin her hevur slóðað fyri, og at hinir flokkarnir nú eru til reiðar at vísa sama dirvi. 



Í hølunum á USA

Áðrenn Bill sleppur at breiða seg meir út um sín slóðbrótandi flokk, minnir Sjúrður Skaale á, at vit við Miðflokkinum hava fingið ein politiskan flokk, sum beinleiðis vil hava fólkaræðið skift um við eitt slag av gudsveldi. Í so máta er flokkurin at síggja sum eitt ræðudømi, heldur enn ein fyrimynd.

Sjúrður Skaale ivast kortini heldur ikki í, at bíbilskt grundað argumentir fara at merkja politiska kjakið í Føroyum framyvir.

Løgið, heldur Sjúrður, tí tað er ikki ávirkan frá okkara grannalondum, ið er orsøkin. Heldur tykjast føroyingar at tøssa í hølunum á víðgongdum rørslum sum The Christian Right í USA, ið roynir at gera sínar fundamentalistisku tulkingar av bíbliuni til almennan politikk í eitt nú spurningum fosturtøku og tey samkyndu.

- Vandin í hesum er, at tú ikki kanst diskutera við religiøs argumentir. Og tá tú ikki longur kanst diskutera, er fólkaræðið í vanda. At hála leys sitatir úr Bíbliuni sum seinasta orðið í einum kjaki er tískil ein beinleiðis hóttan móti fólkaræðinum, slær Sjúrður fast. 



Ein fundamentalisma og onnur

Rúni Rasmussen ressast í stólinum, nú kjakið er farið at snúgva seg um átrúnað og fólkaræði. Tey, ið hava lisið bókina Krossvegir, minnast ivaleyst yvirskriftina í greinini hjá Rúna: ”Illviljin móti átrúnaði er eitt álop á fólkaræðið”. Sum viðmerking til orðini hjá Sjúrða, fer Rúni nú eitt vet víðari og staðfestir, at hesin illviljin er mestsum vorðin ein doktrin, ið er við at blíva líka fundamentalistisk, sum tann fundamentalisman, hon finst so harðaliga at.

Tilsipingin til illviljan móti átrúnað fær ein av áhoyrarnum at spyrja Sjúrð, um hann ætlar at banna religiøsum ímyndum sum Merkið og Tjóðsangin, um hann verður løgmaður.

- Eg ætli mær ikki at banna nøkrum sum helst – og so slett ikki nøkrum, ið skerjir skrivi- og talufrælsi hjá fólki. Heldur ikki hjá teimum kristnu, er Sjúrður skjótur at svara, í tí hann leggur afturat, at tað ikki er kristnu trúnni, tað er galið við.

- Tað er, tá politikarar brúka kristindómin og Bíbliuna sum politisk amboð til at tvinga onnur inn undir somu gudsfatan, at vit eiga at rópa varskó, sigur Sjúrður og hyggur uppá Bill, sum nú fær sama spurning frá áhoyrarnum um, hvat vit kunnu vænta av honum sum løgmanni, tá tað ræður um átrúnað. 



Mín og tín Gud

Bill tykist brádliga troyttur og roynir at avmontera spurningin við speiskliga at mana fram ímyndina av langhærdu dómsnevndini, sum skal sortera millum tey trúgvandi – eins og fyri at staðfesta, at nú er kjakið eftir hansara tykki farið av sporinum.

Men áhoyrarin er ikki nøgdur.

- Eg haldi, at tað er óluksáliga næsvíst av tær Bill at ganga út frá, at vit báðir hava somu Gudstrúgv. Mín Gud hótti í øllum førum ikki við bál og brandi, sum tín Gud gjørdi, tá 266b varð viðtikin.

Bill er skjótur at viðganga, at nógv, ið varð sagt í 266b kjakinum, var betur ósagt.

Slíkt kemur tíverri fyri á politiska vøllinum – hesum vøllinum, sum Bill nú harmast, at Sjúrður Skaale hevur vilst seg út á.

- Hann var annars ein so framúr góður skemtari, heldur Bill og hyggur uppá Sjúrð

- Ak, ja – ein komedia og onnur, mutlar Sjúrður stúrin fram fyri seg.