Við Guðs hjálp

George W. Bush og Fidel Castro eru ikki vinmenn, men báðir hava álit á Guði

- Ein dag man Guð fara at beina Fidel Castro av vegnum, segði George W. Bush, forseti, í einari røðu fyri herflotamonnum á einari flotastøð í Rhode Island í gjár.

 

Kubanski forsetin var ikki seinur at svara. Í einum skemtiligum teldubrævi til tær útlendsku tíðindastovurnar í Havana takkaði hann Guði fyri at hava hildið hondina yvir sær øll tey nógvu árini.

 

- Nú skilji eg, hví ætlanirnar hjá Bush og fyrrverandi amerikonskum forsetum at beina fyri mær eru miseydnaðar. Tað er sjálvandi tí, at Guð hevur vart meg, skrivar tann 80 ára gamli Castro speirekandi.