Við Goodyear og Atlantic Airways til Le Mans

Dagarnar 14. og 15. juni 2003 skipaði Goodyear Danmark A/S fyri einum túri til kendu Le Mans kappkoyringina í Fraklandi. Við í ferðlagnum vóru tríggir føroyingar. Le Mans koyringin varð fyrstu ferð í 1923

Í ár eru liðin 80 ár síðan Le Mans koyringin byrjaði. Flest øll hava hoyrt um kappkoyringarnar í norðurfranska býnum Le Mans uttan at geva sær far um, hvat henda koyring snýr seg um. Upprunaliga vóru hesar koyringar fyri at testa haldbarheitina hjá teimum ymisku bilmerkjunum, men seinni bleiv Le Mans koyribreytin brúkt til kappkoyring burturav.
Dagarnar 14. og 15. juni í ár skipaði Goodyear Danamrk A/S fyri einum túri til Le Mans fyri teirra norðurlendsku kundar og søluumboð. Við í hesum ferðalagi vóru eisini tríggir føroyingar. Teir vóru Frits Jacobsen frá Føroya Tele, Petur Dagfinn Højgaard frá Skipafelagnum Føroyar og Fríðrikur Bláhamar, Goodyear umboðsmaður, frá Super Dekk í Havn.
Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum til Danmarkar fríggjadagin 13. juni. Fyrireikararnir av túrunum høvdu leigað eitt flogfar, sum skuldi flúgva úr Billund leygardagin 14. juni og beinleiðis til Le Mans. Tá føroyinganir skuldu innskriva seg á flogvøllinum í Billund, løgdu teir til merkis at á skeltinum oman fyri innskrivingardiskin stóðu nøvnini, Goodyear og Atlantic Airways. Tá teir komu út á flogvøllin stóð flogfarið hjá Atlantic Airways og bíðaði eftir teimum. Tað vísti seg at felagið, sum skipaði fyri túrinum, hevði leigað flogfarið hjá Atlantic Airways til Le Mans.

24 tímar út í eitt

Kappkoyringin, sum er 24 tímar út í eitt, byrjaði leygardagin kl. 16.00 og endaði dagin eftir kl 16.00. Bilarnir vórðu deildir upp í bólkar eftir motorstødd og hestakreftum. Tann bilurin sum koyrdi flestar umgangir í hesum tíðarskeiði í sínum bólki, vann kappingina. Tríggir kappkoyrarar vóru um hvønn bil. Bilarnir koyra við eini ferð upp á yvir 350 km/t. Le Mans-banin er umleið 14 kilometrar langur. Umleið 250.000 áskoðarar eru vanliga til hesar kappingar. Motorsportsáhugaði úr øllum heiminum koma til hesar kappingar. Áskoðararnir búgva á campingplássum inni á einum øki hjá Le Mans kappkoyringarbreytini.
Danir luttóku fyrstu ferð í hesum kappkoyringum í 1983, tá Jens Winther koyrdi saman við einum týskum bólki. Í 1990 vann danin John Nielsen, saman við einum breta og einum amerikanara, hesa kapping. Tom Kristensen hevur saman við øðrum vunnið hesa kapping fleiri ár á rað síðan 1997.
At vera áskoðari til eina kappkoyring sum hesa er heilt serlig uppliving, ferðin á bilunum, larmurin sum er alla tíðina og alt fólki. Nógv hava t.d. trappustigar og smá stillads fyri at koma longur upp og síggja betur.
Flogfarið hjá Atlantic Airways stóð á flogvøllinum í Le Mans, meðan kappkopyringin varð. Ferðalagið varð aftur í Billund sunnukvøldið 15. juni kl. 20.00 eftir ein góðan túr í Le Mans í 30 hitastigum.
maggi@sosialurin.fo