Viðgongur dráp

Irakski forsetin, Jalal Talabani, segði í einari sjónvarpssamrøðu í gjár, at undanmaður hansaera, Saddam Hussein, hevur nú viðgingið, at hann gav boð um ymisk lógarbrot so sum dráp og avrættingar.

Talabani vildi ikki siga, hvørji dráp ella hvørjar avrættingar Saddam hevur viðgingið seg sekan í, men hann er í hvussu er ákærdur fyri at hava givið herinum boð um at myrða ein hóp av shiamuslimum í býnum Djubali í 1982. Verður hann dømdur sekur í hesari ákæruni, kann hann fáa deyðarevsing. Serdómstólurin, sum kannar skuldsetingar ímóti Saddam Hussein, skal eisini útgreina, hvat veruliga hendi, tá herurin drap fleiri túsund kurdar við eiturgassi í 1988, og tá ein shiamuslimskur uppreistur bleiv bardur niður í 1991.

Ætlanin er, at rættarmálið ímóti fyrrverandi irakska forsetanum skal byrja tann 18. oktober, men verjar hansara hava biðið um at fáa málið útsett, tí teir vilja hava betri stundir til at seta seg inn í skjølini, sum ákæruvaldið hevur funnið fram.