Viðgjørdu íslendsku ES-umsóknina

Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, hevur verið í Stockholm og tosað við svenska starvsbróður sín, Carl Bildt. Sambært Morgunblaðnum tosaðu teir um leiðarafundin hjá ES í næsta mánað, sum ætlandi skal taka støðu til, um farast skal undir formligar samráðingar við Ísland um limaskap í samveldinum.

Morgunblaðið endurgevur heimasíðuna hjá Carl Bildt, har hann skrivar, at umframt íslendsku umsóknina viðgjørdu teir báðir tað komandi kommunuvalið í Íslandi og norðurlendska forsætisráðharrafundin, sum var í Keypmannahavn.