Viðgitin russiskur høvundur í Føroyum

Tað er sjaldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men í næstu viku verður ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni - Mikhail Sjisjkin - í Havn.
Høvið er, at bók hansara Brævabókin, ið er farin um allan heim, kemur út á føroyskum í næstu viku. Høvundurin helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur út á okkara máli, at hann tekur sær tríggjar dagar millum framløgur, viðtal, fyrilestrar og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo og New york  at koma til Føroyar.
Av norðurlendskum málum er bókin komin á norskum, svenskum og finskum.
Johnny Thomsen hevur týtt og SPROTIN gevur út.

Jonhard Mikkelsen
------------------

Bókin er ein brævaskaldsøga
Í 18. øld hevði brævaskaldsøgan sína blómutíð, tí hon læt tann møguleikan upp, at tú kundi vera intimur, loyndarfullur og at siga frá kenslum, ið folk annars ikki tosaðu hart um, men sum til bar at skriva um í brævi til sína kæru ella til ein vin. Brævahøvundurin fekk samstundis gyklað fram, at hetta kundi vera veruligt og satt, og tað gav honum ein motor sum dró søguna frameftir, tí hvat mundi hin svara? Kenslur og tank­ar avdúkaðar í einum brævi, og forvitni eftir at vita, hvat hin mundi fara at svara.
Hví skrivar Mikhail Sjiskijn so brøv? Einum nýtíðarligum høvundi tørvar einki serligt høvi at skriva um tað intima, ei heldur at fáa tekstin at taka seg út sum eitt savn av ektaðum skjølum. Spurningurin verður uppaftur løgnari, tí at høv­und­urin sløkkir frásøgumotorin. Har, ið siðbundna brævaskaldsøgan á sín hátt er ein samrøða ímillum tvey, ið skriva, byrgir Sjiskijn fyri brævafloyminum. Brøvini koma ikki fram. Guð viti , um tey vera send – fram koma tey ikki. Og fólk­ini halda fram at skriva. Tann sið­bundna samrøðan er – skilja vit seinni – ein keta av einarøðum.
Soleiðis liggur landið: Volodja ger hertænastu. Hann eri í kríggi. Sasja situr heima við hús og bíðar, og henni leingist. Og tey skriva hvør øðrum brøv. Hvør øðrum? Tað er spurningurin. Brøvini fáa ein heilt serligan dám, tá ið Sasja eftir at hava skrivað í mong ár, sigur:

Eg havi ikki sagt tær tað mest um­ráðandi – eg skal hava smá.
Nú skrivaði eg hesi orðini – eg skal hava smá, - og eg havi hug at skriva tey eina ferð afturat.
Eg skal hava smá.
Eg síggi alla tíðina fyri mær, hvussu barnið sær út. Sum eitt gras­karfræ til støddar. Sum ein oyra­lippa. Sum ein fingurbolli. Sum ein samanrukkaður sokkur. Níggju sentimetrar, fimm og fjøruti gramm. Í einari bók havi eg hugt gjølla at einum fotografi, ryggurin sæst longu væl, tað ber enntá til at telja geisl­arnar.

At konufólk, sum er við barn, savnar hugin um tað, ið hendir innan fyri nalvan, er ikki so løgið, men at orða seg soleiðis í bræv til unnustan, sum er á hermótinum, og sum ikki kann vera faðir at barninum, vekur undran. Tá ið so Volodja byrjar sítt næsta bræv soleiðis, er vantandi samskiftið ein týðuligur veruleiki:

Sasjenka mín!
Sum tað gjørdist fjálgt og gott, tá eg skrivaði navnið á tær í fyrstu reglu – Sasjenka!
Hvussu hevur tú tað har? Hvussu stendur til? Hugsi alla tíðina um teg, og eg eri so glaður um at vita, at tú eisini í tínum tankum alla tíðina ert saman við mær!
Eg veit, at tú hugsar um meg, og tú stúrir. Men ikki skalt tú stúra, góðasta! Tí tá eg nú skrivi hesar reglur, so merkir tað, at einki er hent mær! Eg skrivi, tískil eri eg á lívi enn.

Men Sasja hevur annað í tonk­un­um, tí hon flytir inn saman við dronginum. Tað vita vit, men ikki hermaðurin. Soleiðis ger Sjisj­kin samrøðandi og intimu bræva­skald­søguna um til fleiri einarøður. In­timar. Samrøðan er ikki til. Tey skriva hvørt í sínum lagi einarøður og so við og við virkar tað sum tey gloyma, hvønn tey skriva til.
Tá ið episki motorurin er úr­koplaður, mugu tey skriva um okkurt annað. Fyri ein part, hvussu teimum veit við, men so við og við siga tey søgur um onnur, og ikki minst sínar kærleikssøgur. Eisini hesar støku søgurnar eru merkt­ar av ov lítlum samskifti. Sum pápi Sasju sigur tað: “Ein familja er hatrið hjá fólki, sum ikki kunnu klára seg uttan hvønn ann­an”.
Og so líkjast brøvini ikki meira brøv­um, og Sjisjkin letur slúsurnar upp fyri teimum heilt stóru spurn­ing­unum, og hann sveimar um kríggj, kærleika og grundkor hjá menn­iskjum.
Kríggj er groft og grumt, høpis­leyst og skitið, og kærleikin hevur nógvar eyðsýndar felags­nevnarar við krígsførslu, men hvørki kríggi ella kærleika slepst undan, og ættarlið eftir ættarlið verða tveitt út á báðar pallar. Sasja og Volodja skriva til sín sjálvs og til okkum øll, og teksturin tvingar lesaran út í atfinningarsaman dialog.
Nú verður ikki meira avdúkað, men bókin er sjáldsama góð og skrivað soleiðis, at tú sleppur ikki at skunda tær. Brotini eru so væl hugsað, at tað er ikki hugsingur um at skreiða omaná.
-------


Mikukvøldið tann 17. okt kl 19.30 verður RUSSISKT KVØLD á Hotel Føroyum, og tá ber til at hitta Sjisjkin, keypa bókina og fáa hana signeraða



Men tann 17. oktober hendir ikki bara tað, tí umframt hesa bókina hevur Johnny Thomsen týtt russ­iska stórverkið Meistaran og Margarita eftir Mikhail Bulga­kov. Hetta stórverk verður eisini lagt fram sama kvøld.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so letur SPROTIN nýggja russika – føroyska orðabók upp, sum Johnny Thomsen eisini hevur avrikað seinastu mongu árini.
17. oktober seta Sprotin og Hotel Føroyar russiskt á skránna, og vit sleppa at kaga inn í ein heim, flest okkara púrt einki vita um.












Skráin fyri hetta russiska kvøldið
Boðið verður vælkomið
Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla russiskt tón­leikastykki

Mikhail Sjiskijn greiðir frá bókaverkinum Brævabókini og sínum skaldskapi.
Johnny Thomsen greiðir frá týðingini og greiðir eisini frá Meistaranum og Margaritu

Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla
Russiska orðabókin verður latin upp og Johnny greiðir frá tí arbeiðinum.

Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla
Hotellið bjóðar ein kaffimunn.

Til ber at keypa bøkurnar á staðnum, og høvundurin signerar.

-------------------
FAKTA um Johnny Thomsen

Johnny Thomsen er føddur í Klaksvík í 1941. Hann er útbúgvin cand.mag. í russiskum og eingilskum. Hann hevur verið leiðari av einum HF-skeiði og hevur undirvíst í eingilskum og russiskum á studentaskúlum og HF-skeiðum í Føroyum og Danmark. Hevur annars arbeitt sum umsetari, tolkur og konsulentur, m.a. arbeiddi hann í tvey ár á skipasmiðjuni DANYARD í Frederikshavn í sambandi við bygging av russiskum skipum. Í sjey ár arbeiddi hann sum havnaragentur, mest hjá russiskum skipum undir Føroyum. Hevur annars arbeitt sum orðabókarithøvundur og hvørt av sínum.

Umframt at hava týttt eitt ørgrynni av yrkingum og stuttsøgum eftir russiskar høvundar hevur Johnny týtt hesar bøkur:
Fjodor Dostojevskij: Dupultgangarin
Galina Stjerbakova: Við føturnar á liggjandi konum
Mikhail Bulgakov: Meistarin og Margarita
Mikhail Sjisjkin: Brævabókin

Høvuðsavrikið er kortini Russisk-føroysk orðabók, ið Johnny hevur totast við í mong ár.