Brimil tók partrolar, Hamranes og Breiðanes, 21. juni 2009, fyri at fiska á stongdum øki.
Partrolararnir fiskaðu á Munkagrunninum, sum tá var stongdur, og vóru júst í ferð við at skjóta, tá Nósi, sum er báturin hjá Brimli, kom til teirra.
Brimil hevði í eina tíð havt illgruna til báðar partrolararnar, og hevði tí biðið Fiskiveiðieftirlitið um at havt eygað við teimum. Tað er soleiðis, at bert Fiskiveiðieftirlitið kann seta VMS at kanna, hvar skipini eru, til ásetta tíð.
VMS (Vessel Monitoring System) er ein skipan sum til eina og hvørja tíð vísir, hvar eitt skip er. Tað vísir eisini ferð hjá skipinum, og Fiskiveiðieftirlitið sær øll skip, sum eru skrásett í Føroyum.
Á rættarfundi fríggjadagin greiddi ákærin, Finn Ougaard, gjølla frá, hvussu partrolararnir eftir øllum at døma høvdu fiskað á stongdum øki. Bæði við hjálp frá VMS, men eisini við hjálp av útskriftum frá sokallaða Scantrol, sum er ein skipan, ið hjálpir skiparunum, tá teir skjóta, hála og tóva.
Yvirstýrimaðurin á Brimli greiddi frá, at hann setti ein matrós at ansa eftir veirinum, so eingin kom framat honum.
Tá skipini vórðu tikin á Munkagrunninum hendan sunnudagin, kravdi skiparin á Brimli, Julian M. Juul, at endin á veirinum var kvettur av. Teknisk kanning vísti, at veirurin ikki slitnaði, men var kvettur.
Og báðir skipararnir viðgingu, at teir høvdu givið boð um at seta vinkulslíparan á veirin, tá Nósi nærkaðist.
Ætlaðu at villeiða
Yvirstýrimaðurin á Brimli greiddi frá, at tá hann kom upp á brúnna á Hamranesi, stóð skiparin og ruslaði okkurt niður í ein blokk. Hann skræddi síðani blaðið av og rætti yvirstýrimanninum blokkin.
Einar tveir, tríggjar tímar seinni strikaði yvirstýrimaðurin eftir blokkinum við einum blíanti, og tá kom fram ein knattstøða, sum skuldi vísa seg at vera beint við, har Brimil tveir dagar seinni dreggjaði kvetta trolið. Langt inni á stongdari leið.
Skipararnir pástóðu, at teir høvdu mist trolið uttan fyri stongda leið, og at teir vóru riknir inn á stongda økið. Teir fóru tí, saman við Brimli, út um stongda økið at dreggja eftir mista trolinum.
Hetta var gjørt, fyri at villeiða manningina á Brimli, viðgekk skiparin á Hamranesi í Føroya Rætti fríggjadagin.
Manningin á Brimli greiddi frá, at tá teir komu til skipini, lá Hamranes stillur, meðan Breiðanes sigldi avstað við fullari ferð. Meðan hetta var gjørt, sleptu teir restini av veirinum fyri borð, so ikki bar til hjá Brimli at fáa eitt stykki av endanum at senda til tekniskar kanningar. Hetta var gjørt við veirin á Hamranesi, og hesar kanningar vístu sum nevnt, at endin var kvettur, og ikki slitin.
Fiskaðu á øðrum leiðum
Tá Brimil fekk fatur í trolinum hjá Hamranes vísti tað seg, at teir høvdu ein uttara posa út yvir vanliga posan. Netið á hesum uttara posanum var 75 millimetur og loyvda markið er 145 millimetur.
Skiparin á Hamranesi greiddi frá, at hetta var eitt netstykki, sum lá umborð. Óvist var hví. Hann gjørdi av at royna hetta, men hann vildi vera við, at tað ongan mun gjørdi. Hann pástóð eisini, at hetta var fyrstu ferð, hann hevði roynt hetta.
Hann játtaði seg tí sekan í at hava nýtt ein yvirposa á trolinum.
Men teir báðir partrolararnir vóru eisini ákærdir fyri at hava fiskað á øðrum stongdum leiðum vestanfyri.
Scartrol útskriftirnar vísru, at teir høvdu siglt við trolferð og trol avstandi á stongdum økjum, men hesum noktaðu teir báðir skipararnir fyri.
Ákærin vísti á ósamsvar millum scantrol útskriftirnar og veiðidagbókina. Tí meðan scantrol útskriftirnar vístu aktivitet á stongdari leið, stóðu tóvini at ávikavist byrja ella enda uttan fyri stongda leið.
Skipararnir báðir játtaðu, at hava verið á nevndu leiðum, men noktaðu fyri, at teir høvdu fiska har.
Julian M. Juul, skipari á Brimli, var hjásitari hjá Finn Ougaard, og hjálpti til við ti tekniska í sambandi við scantrol útskriftirnar. Hann var eisini avhoyrdur í málinum við serligum atliti til, hvussu scantrol tólið virkar.
Umfatandi skjalatilfar
Ákæruvaldið hevði gjørt sær ómak at savna so nógv prógv saman sum gjørligt. Tey hava eisini tikið sær góðar stundir at fyrireika seg, tí málið er tvey og eitt hálvt ára gamalt.
Skjalatilfarið var eisini ógvuliga umfatandi og fylti eitt heilt ringbind fyri hvønn trolaran.
Har var eitt ótal av scantrol útskriftum og vms útskriftum, sum vóru umbidnar av Brimli. Tað er soleiðis, at reint fysiskt ber ikki til hjá manningini á Brimli at inntasta hvussu ofta vms skipanin skal skráseta knattstøðuna hjá einum skipi. Tað má gerast á landi.
Vms skipanin er so álítandi, at tað snýr seg um metrar. Og tað vístu teir við einari staðarmynd av Brimli við kei í Havn, har útslagið var breiddin av skipinum.
Dómur fellur einaferð í næstu viku.









