Tríggir persónar eru tiknir fyri at hava stolið atgongumerki til gospelkonsertina á Summarfesivalinum. Teir tríggir hava viðgingið seg sekar og verða skuldsettir fyri stuldur. Løgreglan í Klaksvík sigur, at tjóvarnir komu nakað tilvildarliga fram á 150 atgongumerki, sum teir so fóru avstað við. Teir góvu og seldu so fleiri av atgongumerkjunum, men óvist er, hvussu nógv atgongumerki teir hava givið ella selt. ? Hetta er talan um ungar persónar, sum ikki hava framt nøkur lógarbrot áður, so revsningin verður helst bøtur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.