Viðgerast hósdagin

Tá vit mánakvøldið høvdu formannin í kappingarnevndini, Høgna í Stórustovu á orðið, vildi hesin ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.
 Eg fái bara váttað, at vit arbeiða við málinum. Vit hava sent HB eitt bræv, og nú hava teir so nakrar dagar at koma við sínum svarskrivi. Og ikki fyrr enn eftir hetta verður nøkur niðurstøða gjørd, sigur Høgni í Stórustovu.
Svarfreistin hjá HB er til hósdagin, og hetta sampakkar helst væl við, at hóskvøld vanliga er fundardagur hjá kappingarnevndini.