Viðgera verjumálslógina

Í kvøld kl. 19.00 verður kunnandi fundur í Havn um verjumálslógina. Fundurin verður í niðastu hædd í húsunum hjá Javna við Hoydalsvegin 40, í hølunum, har Fjálvi heldur til. Hetta er triðji fundur av fleiri, sum Javni skipar fyri kring landið.

Tað verða løgfrøðingarnir, Hans Trygvi Teirin og Kári á Rógvi, sum fara at greiða frá týdninginum av lógini.

Høvi verður at seta spurningar, og eftir fundin bjóðar økisnevndin hjá Javna í Havn ein drekkamunn.

Nú verjumálslógin kemur í gildi í Føroyum, er sera týðandi, at foreldur, verjar, stovnsleiðarar, málsviðgerðarar og onnur avvarðandi kenna nýggju reglurnar.

Lógin gevur nógvar møguleikar, men krevur ofta støðutakan fyri tey einstøku við verju fyri neyðini, um hon skal fáa ætlaða virknaðin. Oftast krevst, at onkur tekur stig til at fáa mál viðgjørt, og eisini at fáa tikið støðu av nýggjum í málum avgjørd eftir gomlu lógini. Støðan hjá myndugleikum og verjum broytist eisini við nýggjum skyldum og heimildum.

Grundsjónarmiðið í nýggju verjumálslógini er, at verjumálið skal laga seg eftir tørvinum hjá tí einstaka, og at verjumálið ikki skal vera meira víðfevnt enn neyðugt. Tað fer at bera til at avmarka verjumálið til t.d einans at fevna um ávísar fíggjarligar ognir ella ávís persónlig viðurskifti. Verjumálið kann eisini tíðaravmarkast. Persónur undir verjumáli er myndugur og hevur framvegis valrætt.