Lógaruppskot hjá Norðuratlantsbólkinum um fult innlit í fíggjarliga bankavirksemi er fyri í Fólkatingssalinum í dag.
Talan er um eitt lógaruppskot, sum skal geva Føroyum og Grønlandi fult innlit í figgjarliga bankavirksemið, ikki bert tá kreppur eru íkomnar, men javnan og regluliga.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, ið saman við Juliane Henningsen úr Inuit Ataqatigiit mannar Norðuratlantsbólkin, leggur í dag fram lógaruppskot til fyrstu viðgerð, ið hevur til endamáls at tryggja føroysku og grønlendsku myndugleikunum fult innlit innlit í metingarnar hjá Fíggjareftirlitinum av støðuni hjá bankunum í Føroyum og Grønlandi.
- Tørvurin á eini slíkari lógarbroyting er vorðin alsamt greiðari við afturvendandi kreppum í føroyska bankakervinum ? nýggjasta dømið er málið um Eik banka, sigur Norðuratlantsbólkurin.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at vantandi innlit í fíggjarliga virksemið ger, at politisku myndugleikarnir verða trýstir út í kreppuviðgerð undir stórum tíðartrýsti uttan neyðugu vitanina og innlitini í málinum, og at eingi fyribyrgjandi tiltøk verða framd í búskaparpolitikkinum. Broytingaruppskotið tryggjar politisku myndugleikunum regluligt innlit, so Føroyar og Grønland í størri mun kunnu føra ein meiri stabilan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.
Í dag kl. 12.00 fer lógaruppskotið hjá Norðuratlantsbólkinum til fyrstu viðgerð í Fólkatinginum, og tú kanst fylgja við beinleiðis á netinum við at trýsta á leinkjuna <http://www.ft.dk/webtv/video/20101/salen/72.aspx> TRÝST HER










