Messi varð føddur í býnum Rosario í Argentina. Papi hansara arbeiddi á einari verksmiðju, og mamman arbeiddi onkuntíð sum reingerðarfólk.
Familjan á pápasíðuni hjá Messi er úr Italia. Í 1883 flutti Angelo Messi úr italska býnum Ancona til Argentina at búgva, og tað er frá honum, at Messi er ættaður.
Messi byrjaði tíðliga at spæla fótbólt. Longu sum fimm ára gamal spældi hann í einum lokalum felagi, har pápi hansara var venjari. Í 1995 flutti Messi til Newell’s Old Boys at spæla.
Tá ið Messi var 11 ára gamal fekk hann staðfest eina vakstrarsjúku, sum kravdi kostnaðarmikla viðegrð. Feløgini í Argentina vildu ikki gjalda fyri hesa viðgerð, men tað bjóðaði spanska felagið Barcelona seg til at gera, og tí flutti familjan til Spania at búgva.
Messi spældi longu sum 16 ára gamal á besta liðnum hjá Barcelona í óalmennum dysti, og tá ið hann var fyltur 17 spældi hann fyrstu ferð landskappingardyst fyri felagið.
Messi var yngsti spælari í La Liga nakrantíð og yngsti málskjútti nakrantíð, men bæði hesi met hevur liðfelagin Bojan Krkic síðani tikið.
Í ár var Messi ein óvanliga tryggur vinnari av heitinum sum besti fótbóltsspælari í Europa. Messi var langt frammanfyri Cristiano Ronaldo í atkvøðugreiðsluni hjá France Football.
- Hendan heiðurin gevi eg familjuni hjá mær. Tey hava altíð verið har, tá eg havi havt brúk fyri teimum, og tey hava stundum verið meira kensluliga ávirkað enn eg av øllum, segði Messi, tá ið hann fekk heiður sum besti spælari í Europa 2009.
Tað sigst, at Messi hevur eina unnustu heima í Rosario í Argentina. Tað hevur hann sjálvur viðurkent í práti við sjónvarpsstøð. Tey skulu giftast seint næsta ár, verður sagt.
Eftir at hava vunnið spanskar og europeiskar fótbóltskappingar, og eftir at hava vunnið HM fyri feløg sigur Messi, at nú stendur heimsmeistarheitið næst í røðini.










