Viðgerðin er ólóglig

Tað er beinleiðis brandólógligt, sum gjørt er í málinum um fiskiloyvið hjá Jógvani S, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður

Fiskiloyvi

Tað er í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap at lata einum línuskipi upp á meiri enn 300 tons tvey útróðrarloyvi.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum er frá 10. mars 1994, stendur í grein fimm stk. 12 soleiðis: »Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áseting hevur fingið gildi.«
Men ta, sum hent er í hesum førinum er júst, at Jógvan S, sum er stállínuskip yvir 110 tons, fær tvey fiskiloyvi frá bátum undir 110 tons og sostatt skiftir í lægri bólk.
?Hatta er beinleiðis brandólogligt, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum við fiskivinnumálum fyrispurnigin á tingi um sjey punkt í hesum ávísa málinum.
Tað stutta av tí langa er, sigur Tórjørn Jacobsen, at nú liggur fiskivinnuumsitingin hjá okkum og etur fiskidagaskipan okkara úr báðum endum og holar hana út innanífrá. Hesa somu skipan, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin var heilt suðuri móti Antarktis og reypaði av herfyri.
?Hetta, sum hendir nú, eigur at fáa fylgjur fyri bæði umsiting og politikarar, sum varða av fiskivinnuni, heldur Tórbjørn Jacobsen.
At Anfinn Kallsberg, løgmaður nú rekur Annlis Bjarkhamar úr landsstýrissessinum, metir Tórbjørn Jacobsen sum eina roynd at fáa vent eygunum burtur frá ehsum málinum úm fiskiloyvið hjá Jógvani S og í øðrum lagi at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna, so Fólkaflokkurin sleppur úr Fiskimálaráðnum.