Undirritaði fær sum tingmaður sendandi kunn-gerðabløð við postinum um ymiskar kunngerðir sum eru settar í gildi í Føroyum, nú ein av døgunum kom kunngerð við postinum, sum bannar ávísari vinnugrein við afturvirkandi kraft at útflyta persónligar upplýsningar, sjálvt um áðurnevnda vinnugrein hevur og hevði øll neyðug loyvi frá Dátaeftirlitinum, hesa kunngerð skilir undirritaði ikki, og skal tað verða meira enn løgið, um ikki ein rættarsak kemur undan kavi mótvegis Løgmálaráðnum um endurgjald.
Landstýrismaðurin í lógarmálum hevur enn ikki greitt Løgtinginum frá hvat munurin er útfrá tulkingini hjá Løgmálaráðnum á vanligum persónsupplýsningum ella data, og viðkvomum upplýsningum.
Upprunastøðið er, at lógin skal tryggja/regulera persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Siðvenja er, at skilt verður millum ymisk hugtøk:
? Viðkvom dáta og vanlig dáta
? Trygg lond og ótrygg lond
Við viðkvom dáta skilst, átrúnaður, politiskur litur, kynslív, lógarmisbrot v.m., meðan vanlig dáta hava eitt heilt annað sermerki.
Vanlig dáta bera merki av, at tað eru upplýsingar ið hvør einkultur, tað verið seg persónur, virki ella land, kann gera nýtslu av dagliga. T.d. telefonnummar, bústaðarupplýsingar v.m., herundir eisini sendari og móttakari av peningaupphæddum, ið krevst, skal ein daglig gjaldsmiðling fara fram.
Tað er í mínum hugaheimi eingin fyritøka sum kann verða til í dag uttan at "viðgerða persónsupplýsningar" hettar er nokk serliga galdandi innan fíggjarsektorin og tryggingarsektorin, men sjálvandi eisini innan aðrar vinnir sum hava tørv at flyta upplýsningar millum lond, men aðrastaðni verður í stóran mun skilt í millum ótrygg lond og trygg lond.
Danmark er eitt trygt land og ES er eitt trygt øki, Føroyar er uttan iva ikki nóg trygt tá talan er um EDV trygd hjá almennum stovnum, tað kann lesast í ársfrágreiðing hjá Landsgrannskoðarnum, hvar niðurstøðan er at trygdin ikki er nøktandi.
Mín spurningur
Kundi Løgmálaráðið ella landstýrismaðurin í lógarmálum greitt okkum frá við einum verðuligum dømi hvussu tulkingin av, ella hvat tað er, sum øll bankavinnan og tryggingarfeløgini, og so at siga allir tinglimir ikki hava skilt higartil, tá talan er um »Vernd av persónsupplýsningum« her verður hugsað um
? Viðkvom dáta og vanlig dáta
? Trygg lond og ótrygg lond.