Viðgekk hópdráp

Ein fyrrverandi bosniaserbiskur heryvirmaður hevur nú viðgingið, at hann var uppi í tí herviliga hópmorðinum í biosniska býnum Srebrenica í 1995.

Momir Nikolic viðgekk fyri dómstólinum í Haag, at hann og menn hansara høvdu fingið boð um at kringseta Srebrenica ein morgunin í juli í 1995. Teir høvdu fingið boð um at skilja allar menninar frá kvinnunum, og yvirmenn hansara høvdu greitt sagt, at allir muslimskir menn í býnum skuldu takast av døgum, greiddi hann dómstólinum frá.

-Vit fingu greið boð um at skilja menninar frá kvinnunum og børnunum. Síðani skuldu vit steingja teir inni og beina fyri teimum, segði Momir Nikolic. Hópdrápið í Srebrenica kostaði meiri enn 7.000 muslimskum monnum lívið.