Viðgekk at hava verið harðligur

Føroya rættur varðhaldsfongslaði sunnudagin ein 22 ára gamlan mann í fýra vikur. Maðurin er skuldsettur fyri harðskap og fyri at hava gjørt seg inn á ein politist

Tað hendi beint fyri klokkan trý sunnunáttina, at 22 ára gamli maðurin var heldur harðligur inni á einum vertshúsi i Havn.
Sambært politinum hevði hann tikið kvørkratak um eina gentu og hálað hana niður í gólvið. Okkurt vitni hevur greitt frá, at hann eisini sparkaði gentuna í ryggin.
Maðurin varð handtikin, og sunnudagin klokkan 17 var hann í Føroya rætti skuldsettur fyri harðskap, og tað var ikki fyrstu ferð. Haraftrat varð hann skuldsettur fyri at hava sett seg upp móti politinum, tí tá ið hann varð handtikin, fekk ein politistur ein alboga á bringuna frá honum.
Maðurin játtaði at hava verið í býnum, og hann viðgekk at hava hálað í hárið á gentuni, men ikki at hava tikið kvørkratak.
Tað var ikki við vilja, at albogi hansara fór í bringuna á politistinum, segði hann.
Kravið hjá ákæruvaldinum var fýra vikur varðhaldsfongsling, tí fyri tað fyrsta er eitt harðskapsmál á veg móti honum, og haraftrat hevur hann tvær ferðir frammanundan í hesum málinum verið harðligur í býnum, upplýsir almenni ákærin.
Nú verða øll málinum viðgjørd undir einum.
Eftir rættarfundin varð maðurin fluttur niðan í Mjørkadal at sita.

Ein 22 ára gamal maður skal klokkan 17 í dag í grundlógarhoyr í Føroya rætti.

Beint fyri klokkan trý í nátt varð hann tikin, eftir at hann hevði tikið kvørktak um eina kvinna og haraftrat sparkað hana.

Maðurin hevur gjørt tað sama tvær ferðir í hesum mánaðinum, og nú fer politiið at royna at fáa mannin settan í varðhald.

Nátin hevur annars verið long hjá politinum í Havn. Ikki bara varð ein tími lagdur aftrat, men tað var alla tíðina okkurt at fara út til. Ill fólk, avdottin fólk, og fólk, sum vóru dottin og skuldu á skaðastovuna.

Av tí sama hevur sjúkraflutningstænastan eisini havt nógv at gjørt.