Viðgekk at hava myrt Onnu Lindh

Tann 25 ára gamli Mijailo Mijailovic viðgekk undir avhoyringum týsdagin, at tað var hann, sum myrdi svenska uttanríkisráðharran Onnu Lindh

Mijailo Mijailovic hevur alla tíðina sýtt fyri, at tað var hann, sum myrdi Onnu Lindh, uttanríkisráðharra í NK-handlinum í Stockholm tann 10. september. Men undir avhoyringum seinnapartin týsdagin viðgekk hann morðið.

Tað váttaði verji hansara, Peter Althin, sambært Aftonbladet, og seinni váttaði løgreglan í Stockholm tað.

Sambært Aftonbladet skal hann eisini hava greitt nágreiniliga frá tí, sum hendi tann 10. september.

Ætlanin var, at málið ímóti Mijailo Mijailovic skuldi byrja í rættinum í Stockholm tann 19. januar, men tað er møguligt, at tað verður útsett nú. Hinvegin verður roknað við, at Mijailo Mijailovic formliga verður ákærdur tann 12. januar fyri morðið á Onnu Lindh.