Í brasilska statinum Rio de Janeiro viðganga myndugleikarnir nú, at bæði løgreglan og fongsulsmyndugleikarnir pína fólk. Stjórin í fongsulsverkinum sigur, at píningin er ein leivd frá gamla tíðini, tá herurin hevði valdið í Brasil, og at myndugleikarnir hava sett sær fyri at fáa enda á illgerðunum.
Herfyri vórðu seks fangavørðar tiknir, tí illgruni var um, at teir høvdu pínt ein kinesiskan handilsmann so illa, at hann doyði. Chan Kim Chang varð tikin í síðsta mánað, tá hann var á veg umborð á eitt flogfar við umleið 200.000 krónum uppi á sær. Sambært næstringunum hevði hann fingið pengarnar fyri ein lítlan handil, sum hann júst hevði selt. Tá hann skuldi latast leysur dagin eftir, varð hann funnin vitleysur í klivanum. Tað vísti seg, at hann var so illa píndur, at hann doyði av løstunum.
Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur í einari nýggjari frágreiðing, at fyrra hálvár í ár drap løgreglan í Rio de Janeiro 621 fólk í fátækrabýlinginum í býnum.