Við flatskattinum missir arbeiðs­maðurin 1300 kr og miljonerinum fær 7000 kr. meir ­– um mánaðin

Tann ógvisligasta politiska hendingin í farna árið var flatskatturin, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýris- og Miðflokkurin bulldosaðu gjøgnum Løgtingið beint upp undir jólahøgtíðina í 2011.

Hans Pauli Strøm
fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin
----

Har uppií var broytingin av skattingini av eftirlønunum hjá løntakarunum. Frá at vera skattað við útgjald sum ein framtíðartrygd undir eftirlønarútgjaldinum, so tók høgrasamgongan henda skattin at krevja inn beinanvegin við inngjald – og hækkaði samstundis skattin av eftirlønini.

Havi í nøkrum tíðargreinum víst á, at tann serstaki vælstandurin í Norðanlondum - í Føroyum við - byggir á eina samhaldsfasta samfelagsskipan, ið er eyðkend av javnlíkindum í trygd og vælferð og jøvnum inntøkubýti millum landsins borgarar. M.a. var ein niðurstøða í síðstu greinini, at “Tað skerst ikki burtur, at í altjóða samanberingum liggja Føroyar í fremstu røð saman við hinum norðanlondunum, tá tað snýr seg um tey mest avgerandi mátini fyri góðum lívskorum”.

Seinni varð staðfest: “Enn er samhaldsmegin sterk í Føroyum. Tann stóri spurningurin
er, hvussu hon kann vikna og undirgravast av asosiala spjaðingarpolitikkinum hjá høgrasamgonguni.”

Bill: ein bjørt framtíð við flatskattinum
Kortini hendi tað margháttliga beint fyri jól, at í orðaskifti í løgtinginum tóku nøkur samgongufólk, fremstur Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sær rætt til draga mínar
útgreiningar og niðurstøður fram sum verju fyri samgongupolitikkin.

Bill segði m.a.: “Nøkur av hesum lyklatølunum (úr míni grein, hps) siga okkum tað, at tann búskaparliga støðan viðvíkjandi vælferðarsamfelagnum Føroyar er rættiliga góð og varðveitt, tá vit hugsa um, at vit ganga sterkt fram ímóti at fáa javnvág á fíggjarlógina aftur, so er tað absolutt eisini eitt sterkt tekin um ein sunnan búskap, og tá man hugsar um, at vit hava havt rúm fyri at lata ein nokkso kraftigan skattalætta...kunnu vit vera takksom fyri at liggja so væl fyri í hesari rúgvuni av londum, sum annars hava tað trupult. Tað sigur mær eisini, at vit eru á rættari kós...vit standa fyri eini bjartari framtíð.”

Letur sólina skína á ovastu røkur
Andstøðupolitikkarar vístu Bill á, at samgongupolitikkurin fremur júst tað øvugta av politisku hugsjónini í míni grein, nevnliga spjaðing, ótryggleika, asosialar skerjingar og grefliga umfordeiling frá láginntøkum til háinntøkur.

Tá svarar Bill m.a.: “Hendan samgongan hevur onki gjørt við at broyta inntøkubýtið millum fólk. Fólk hava tær somu inntøkurnar í dag. Vit hava nomið við skattin, men hetta (ávísingarnar í míni grein, hps) er ein uppgerð av inntøkubýtinum. Og inntøkan verður gjørd upp, áðrenn tú tekur skatt av. Hetta (úr míni grein, hps) er ikki ein uppgerð av ríkidøminum, men ein uppgerð av inntøkunum.”

Men hetta er ósatt, sum Bill Justinussen sigur. Tað inntøkubýtið, ið talan er um, er júst tann tøka inntøkan aftaná skatt. Hagtølini við tí javna inntøkubýtinum í Føroyum, samanborið við onnur lond, eru frá 2010. Tvs. tvey ár áðrenn flatskattin. Hetta geri eg tí eisini púra greitt í greinini, at vit høvdu eina stóra útjavnandi umfordeiling yvir skattin, “heilt fram til høgrasamgongan gjøgnumtrumfaði tann asosiala flatskattin og tjóvaríið av framtíðar pensjónsskatti – við veldugari umfordeiling frá láginntøkum til háinntøkur. Her fara vit at síggja ein størri ójavna, tá nýggj inntøkuuppgerð kann gerast úr 2012-tølunum.”

Flatskatturin er stór umfordeiling til háinntøkur
Skuldi nakar verið í iva, so kann hetta gerast greitt út frá talvumyndini og frágreiðingini niðanfyri.



Myndin vísir (við tølum frá TAKS), hvussu nógvir skattgjaldarar eru í ymisku inntøkubólkaunum (blaú stabbarnar), og hvussu stórur flatskattalættin er pr. mánað í hesum somu inntøkubólkunum (grønu stabbarnir. Niðurstøðan er fullkomiliga greið: jú størri inntøka, jú størri skattalætti.
Sum dømi at lesa talvumyndina:
• Teir 4.068 skattgjaldararnir, ið hava millum 200 og 250 tús. kr. í skattskyldugari ársinntøku, fáa í miðal ein skattalætta á 104 kr. um mánaðin.
• Teir 156 skattgjaldararnir, ið hava eina skattskylduga inntøku millum 700 og 750 tús. kr. í skattskyldugari ársinntøku, fáa ein skattalætta á 5.292 kr um mánaðin – hvønn mánað – alt 2012, alt 2013 og líka so longi henda samgongan ræður.

Asosialt býti av teim 340 mió.kr. í flatskattalætta
Flatskatturin kostar umleið 340 mió kr. í skattalætta. Hetta sæst, tá vit rokna broytingarnar í skattastiganum við talinum av skattgjaldarum í teim ymisku inntøkubólkunum.

Hesar 340 mió. kr. eru fram um alt givnar teimum, við teim hægstu inntøkunum:
• 13% av flatskattalættanum varð givin teim 72% av skattgjaldarunum, sum høvdu eina skattskylduga inntøku niðan fyri 300 tús. kr. um árið.
• 23% av flatskattalættanum varð givin teim 14% av skattgjaldarunum, sum høvdu skattskylduga inntøku millum 300 og 400 tús. kr. um árið.
• 64% av flatskattalættanum varð givin teim 14% av skattgjaldarunum, sum høvdu skattskylduga inntøku oman fyri 400 tús. kr. um árið
Limur í Føroya Arbeiðafelag missur 1300 kr um mánaðin
Við flatskattinum fær ein limur í Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur fulla arbeiðsviku, 83 kr um mánaðin í flatskattalætta, men hann missir út við 1392 kr. um mánaðin av broytingini við forskatting av eftirlønini. Hetta vísir eitt dømi, har ein limur í Føroya Arbeiðarafelag við eini eftirlønaruppsparing í 25-30 ár vil fáa uml. 10.000 kr. um mánaðin í eftirløn.

Eftir skattaskipanini sum hon var galdandi fram til 2012, áðrenn høgrasamgongan setti flatskatt og forskatting av pensjónum í gildi, hevði hesin persónur havt eina skattskylduga inntøku av eftirløn og samhaldsfasta uppá uml. 155.000 kr., umframt skattafríu grundupphæddina í fólkapensjónini. Við nýggja flatskattinum og forskattingini av pensjónum skulu rindast 40% í skatti frá fyrstu kr.

Samanlagt vísir talvan, at saman við túsundavís av sínum feløgum missir hesin limur í Føroya Arbeiðarafelag sostatt yvir 1300 kr um mánaðin. Hetta er asosial umfordeiling, so tað stendur eftir: frá láginntøkum til háinntøkur.

Samfelagsskaðiligt virksemi
Við flatskattinum, fíggjað við forskattingini av pensjónum og skerjingum serliga í almannaverkinum og heilsuverkinum fremur høgrasamgongan samfelagsskaðiligt virksemi. Hesin politikkurin undirgravar vælferðina hjá tí stóra partinum av Føroya fólki og slítur sundur samhaldsmegina millum borgararnar í okkara samfelag.

Hinvegin forgyllir flatskatturin lívið á samfelagsins ovastu rókum. Samfelagsliga menning skapar hann onga menning, hvørki búskaparliga, vinnuliga ella sosialt – tvørturímóti.

Hans Pauli Strøm