Við fólka­­flokk­in­um inn í fim­leik­ar­hall­­ir og venj­ingar­­rúm

Dagfinnur Danbjørg
-----

Fólkaflokskommuna vísir nýggjar loysnir á sosialari um­sorgan fyri okkara eldri borg­arum:. Boðskapurin ljóðar: Vís­ið teimum, ið hava brúk fyri avlastning, inn í fim­leikarhallir og venj­ingar­rúm, har tey kunnu liggja á 'rad og række'.
Hoyra vit annars í tíð­ind­unum, at fólk verða send í fimleikarhallir, so er tað vegna ólukkur av ymiskum slag. Hjá okk­um er talan um av­leiðingar av fíggjarligu raðfestingunum.
Og tá fólka­floks­poli­tikkur og sosial til­vitan eru sum eldur og vatn, so er einki at gera. Junglelógin er teirra grundlóg, har tey sterk­astu altíð hava rætt og taka sær all­ar fyrimunir, áðrenn rov­uni  'allernådigst' verða latin øðrum.
Tí er og verður tann brenn­andi spurningurin: Er tað fólkaflokkurin við jungle­lógina, ið fram­haldandi skal leggja kós og ráða, ella skulu vit samfelt leggja ein nýggja kós fram móti einum fræls­um samfelagi við javna og samhaldsfesti?