Við deyða Vilgerð Astridardóttir

9. oktober 1939   25. mars 2003

Týsdagin 25. mars andaðist Vilgerð Astridardóttir, 63 ára gomul. Ikki komu deyðsboðini óvæntað. Vilgerð hevði í longri tíð stríðst við herviliga sjúku.
Eg lærdi Vilgerð at kenna fyri ellivu árum síðani, og líktist mær frá fyrsta degi á hesa á so mangar mátar sermerktu kvinnu.
Fyri meg kom Vilgerð at hava stóran týdning, bæði sum sjúkrasystur og sum privatpersónur. Saknurin er ómetaliga stórur, nú hon er farin.
Takk, góða Vilgerð, fyri tann tú vart, fyri tín máta at vera uppá. Takk fyri hjálpsemi, umsorgan og kærleika. At hava kent teg, góða Vilgerð, var mær ein stór æra.
Má Hann, ið øllum valdar, styrkja tykkum, sum eftir sita við sorgini og sakninum.
Ærað veri minnið um Vilgerð Astridardóttir.
???????????????
George Joensen