Í morgun niðri við Jordan
á áarbakkanum har
stóð slitin vallarastavur,
títt fingramerki bar.
Tey veittraðu hinumegin,
og vallarin fór við skund,
at savnast við undanfarnum
til ævigan fagnaðarfund.
Av undanfarnum fór móðir,
áðrenn hann fylti ár,
vív fór á hálvum skeiði
einsemi, longsul og tár.
Loksins eru tey saman
har í dýrdini inni
maður og vív eftir tungan sakn
og sonur og móðir á fyrsta sinni.
Ungir, á vári lívsins,
vit tektu hin æviga stað,
fóru á vallaragøtu
Guds lyfti í ferðalag.
Eg unni tær inniliga,
at tú hin fyrri var
at náða Staðin vit tektu,
vit síggjast aftur har.
-----------------
Dánjal